24. apríl 2001Nr. 56
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg um ferðslu, smb. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 133 frá 22. desember 2000, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 59 f, stk. 1, 4. pkt., verður orðað soleiðis: “Hevur rætturin til at vera førari áður verið frádømdur viðkomandi treytaleyst, kann afturveitan av koyrirættinum, áðrenn frádømingartíðin er útliðin, bara henda sum undantak, og fyriløgan kann í fyrsta lagi fara fram, tá ið 6 ár eru liðin av frádømingartíðini.”
2) Í § 59 f verður sett sum nýtt stk. 3:
“Stk. 3. Um koyrirætturin verður frádømdur av nýggjum, áðrenn frádømingartíðin er farin, verða tær í stk. 1 og 2 nevndu frestir fyri fyriløgu fyri dómstólarnar av spurninginum um at fáa koyrirættin aftur roknaðar frá dagfestingini fyri tann seinasta dómin, ið frádømir viðkomandi koyrirættin.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 24. apríl 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður