26. mai 2010Nr. 56
Løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í § 20, stk. 6 í løgtingslóg nr. 56 frá 9. juni 2008 um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi verður “§ 10, stk. 2” broytt til: “§ 10, stk. 3” og “§ 17, stk. 4 og 5” til: “§ 17, stk. 4 og 6”.
§ 2
Hendan løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 26. mai 2010
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 173/2009