7. mai 2019Nr. 57
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)
(Leigubilar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 190 frá 21. desember 2018, verður § 10, stk. 2 orðað soleiðis:
”Stk. 2. Fyri motorakfør, skrásett sum leiguakfør, skal akfarið antin hava havt í minsta lagi 10 ymiskar leigarar, hava koyrt í minsta lagi 12.500 km og hava verið skrásett sum leiguakfar í minsta lagi 6 mánaðir, ella hava verið skrásett sum leiguakfar í minst 3 ár. Við sølu av leiguakfari kann frádrátturin í mesta lagi vera 45.000 kr. í útgangandi avgjaldinum fyri hvørt leiguakfar. Fyri motorakfør, nýtt til skúlakoyring, kann reglan í stk. 1 verða nýtt um so er, at akfarið hevur verið nýtt til skúlakoyring í minsta lagi 6 mánaðir.”
§ 2
1) Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá framløgudegnum.
Í Tinganesi, 7. mai 2019
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 172/2018