10. mai 2000Nr. 57
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum verður gjørd henda broyting:
Sum nýtt seinasta pkt. í § 2 verður sett inn:
“Upphæddin í løgtingslógini um viðbót til ávísar pensjónistar v. fl. verður javnað eftir somu reglum frá og við 1. januar á hvørjum ári”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2001.
Tórshavn, 10. mai 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður