Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. apríl 2025Nr. 57
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald
(Kærumyndugleikin lagdur til Føroya Kærustovn o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 8. frá 28. februar 2006 um tinglýsingaravgjald, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 2. juni 2008, løgtingslóg nr. 123 frá 15. desember 2014, og løgtingslóg nr. 156 frá 23. desember 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3 a, stk. 1, 7. pkt. verður “Tinglýsingarstovan” broytt til: “Umhvørvisstovan”.
2. Í § 3 a, stk. 2, 2. pkt. verður “Tinglýsingarstovuni” broytt til: “Umhvørvisstovuni”.
3. Í § 4, stk. 1 verður “Tinglýsingarstovuna” broytt til: “Umhvørvisstovuna”.
4. Í § 3 a, stk. 5 verður “Landsstýrismaðurin” broytt til: “Landsstýrisfólkið”.
5. Í § 4, stk. 1 og §§ 5 og 5 a verður “lóg” broytt til: “løgtingslóg”.
6. Aftan á § 5 b verður sett:
“§ 5 c. Avgerðir eftir hesi løgtingslóg, sum eru tiknar av Umhvørvisstovuni, kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Er kæra um tinglýsingaravgjald latin Fíggjarmálaráðnum, sum ikki er avgreidd, innan henda løgtingslóg kemur í gildi, viðger og avgreiðir Føroya Kærustovnur kæruna sambært reglunum í hesi løgtingslóg.
Í Tinganesi, 11. apríl 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 59/2024