Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. mai 2006Nr. 57
Løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 02.05.2003, verður gjørd henda broyting:
Aftaná § 12 verður sett:
”§ 12 a. Til støk tiltøk sum størri samkomur, ráðstevnur, konsertir og stevnur, kann loyvisnevndin uttan mun til ásetingina í § 11, stk. 1, 1.pkt. loyva, at rúsdrekka verður skonkt, um loyvishavari eftir § 10 skipar fyri skeinkingini. Til størri uttanduratiltøk kann loyvi tó einans verða givið til at skeinkja øl. Skeinkingin er ikki treytað av atknýttum matstovuvirksemi undir tiltakinum.
Stk. 2. Loyvisnevndin kann í serligum føri loyva, at persónur, ið lýkur treytirnar, ið eru ásettar í § 12, stk. 1, skipar fyri skeinkingini, um eingin loyvishavari kann átaka sær at skipa fyri skeinkingini
Stk. 3. Loyvi eftir stk. 1 og 2 kann eftir umstøðunum avmarkast og treytast. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur sambært 1. pkt. í kunngerð.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 16. mai 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjarni Djurholm (sign.)
Lm. nr. 86/2005