Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. mai 2013Nr. 57
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 8. mai 2012, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3 a verður orðað soleiðis:
“§ 3 a. Felagsskapir, stovnar og grunnar, ið gera íløgur fyri meira enn kr. 1 mió., meirvirðisgjald ikki íroknað, kunnu eftir umsókn fáa endurgoldið inngangandi meirvirðisgjald av samlaða íløgukostnaðinum.
Stk. 2. Fyri at fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið sambært stk. 1, skal:
1) talan verða um ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi, har í minsta lagi 33% av samlaða íløgukostnaðinum, meirvirðisgjald ikki íroknað, er fingin til vega sum gáva ella við óløntum og sjálvbodnum arbeiði,
2) arbeiðið, sum meirvirðisgjald kann verða endurgoldið fyri, verða byrjað eftir 1. januar 2013 og endað í seinasta lagi 5 ár eftir, at umsókn er góðkend, og
3) umsókn um endurgjald fyri inngangandi meirvirðisgjald vera móttikin av TAKS í seinasta lagi 31. desember 2015.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri treytir og reglur um at fáa endurgoldið inngangandi meirvirðisgjald sambært stk. 1.”
2. Aftan á § 3 a verður sett:
“§ 3 b. Tann, sum byggir/umbyggir bygning til leigubústaðir, fyri meira enn kr. 200.000,-, meirvirðisgjald ikki íroknað, kann eftir umsókn fáa endurgoldið inngangandi meirvirðisgjald av byggikostnaðinum.
Stk. 2. Fyri at fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið sambært stk. 1 skal:
1) í minsta lagi vera talan um 2 leigubústaðir í hvørjari byggiverkætlan, harav í minsta lagi 10%, tó minst ein bústaður, skal verða atkomiligur og kunna nýtast av fólki í koyristóli,
2) matrikkulnummarið, har leigubústaðirnir verða bygdir/umbygdir, ikki innihalda lán, har rentustuðul verður veittur fyri rentur sbrt. løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum,
3) arbeiðið, sum meirvirðisgjald kann verða endurgoldið fyri, vera byrjað eftir 1. januar 2012 og endað í seinasta lagi 5 ár eftir, at TAKS hevur móttikið umsóknina, og
4) TAKS hava móttikið umsóknina um endurgjald fyri inngangandi meirvirðisgjald í seinasta lagi 31. desember 2015.
Stk. 3. Um leigubústaðirnir ikki longur verða nýttir sum leigubústaðir, ella um tað vísir seg, at leigubústaðirnir ikki eru bygdir í samsvari við treytirnar og reglurnar fyri at fáa meirvirðisgjaldið endurgoldið, skal endurgoldna meirvirðisgjaldið rindast aftur í landskassan eftir ásetingunum í kapitli 7 í kunngerð um lutfalsligan frádráttarrætt fyri meirvirðisgjald og um javnan av inngangandi avgjaldi av íløgugøgnum.
Stk. 4. Landskassin fær tinglýst veðskuldarbræv, fyri rokning eigarans, í hvørjari einstakari leigubústaðarverkætlan, samsvarandi við samlaða virðið av endurgoldna meirvirðisgjaldinum fyri viðkomandi byggiverkætlan.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri treytir og reglur fyri at fáa endurgoldið inngangandi meirvirðisgjald.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 1 hevur virknað frá 1. januar 2013. § 1, nr. 2 hevur virknað frá 1. januar 2012.
Tórshavn, 17. mai 2013
Annika Olsen (sign.)
varaløgmaður
Lm. nr. 91/2012