Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. mai 2015Nr. 57
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum
(Motorsúkklur, el-bilar, burturbeiningargjald og innfluttir brúktir bilar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 26. februar 2010 og løgtingslóg nr. 160 frá 20. desember 2013, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 5 verður orðað soleiðis:
”§ 5. Fyri motorsúkklur við motorstødd yvir 50 cm3 er virðisavgjaldið 35% av avgjaldskylduga virðinum. Fyri motorsúkklur við motorstødd yvir 50 cm3, ið hava verið endaliga skrásettar uttanlands, og eru yngri enn 5 ár, er virðisavgjaldið 35% av avgjaldskylduga virðinum sbrt. § 6. Fyri motorsúkklur við motorstødd yvir 50 cm3, ið hava verið endaliga skrásettar uttanlands, og eru 5 ár og eldri, er virðisavgjaldið 65% av avgjaldskylduga virðinum sbrt. § 6.”
2. Í § 7, stk. 1, nr. 8 verður “2015” broytt til: “2020”.
3. § 18 verður orðað soleiðis:
“§ 18. Tá ið motorakfar verður tikið úr føroysku skrásetingini og flutt av landinum, verður burturbeiningargjald afturgoldið.”
4. § 22 verður orðað soleiðis:
“§ 22. Tann, ið letur eitt motorakfar skráseta, bilasøla, innflytari ella eigari, hevur skyldu at lata Akstovuni skjøl og upplýsingar, ið eru neyðug fyri at fáa motorakfarið skrásett.
Stk. 2. Tann, ið letur eitt innflutt, brúkt motorakfar skráseta, bilasøla, innflytari ella eigari, hevur skyldu at útvega Akstovuni skjalprógv fyri upprunavirðinum upp á skrokknummar frá framleiðara ella einum av framleiðaranum góðkendum umboði. Upprunavirðið skal gerast upp, grundað á listaprís uttan avgjøld.
Stk. 3. Akstovan kann í serligum førum gera eina meting av upprunavirðinum.
Stk. 4. Akstovan kann ímóti gjaldi útvega skjalprógv samsvarandi stk. 1 og 2. Gjaldið er 3000 kr.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur fyri skjølum og upplýsingum í stk. 1 og 2, sum skjalprógva upprunavirði sambært § 2 og § 6.”
5. § 25 verður strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 18. mai 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 96/2014