26. mai 2011Nr. 57
Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 109 frá 8. desember 2010, sum rættað við kunngerð nr. 119 frá 17. des. 2010, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 9 verður stk. 4 strikað.
2) Í § 40 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Kommunurnar afturrinda til landskassan tær útreiðslur, ið standast av, at Almannastovan veitir fyribils hjálp vegna vantandi barnaansing. Almannastovan krevur umvegis TAKS peningin innaftur frá kommununum.”
3) Í § 40 verður sum stk. 5 sett:
”Stk. 5. Kommunurnar afturrinda landskassanum útreiðslurnar til náttarvakt á eldrasambýlum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 26. mai 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 159/2010