2. mai 2022Nr. 58
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum
(Broyta ásetingar um meting av upprunavirðinum og útvegan av skjalprógvi)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 22, stk. 3 verður strikað.
2. § 22, stk. 4, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Kunnu teir í stk. 2 nevndu persónar og feløg ikki útvega skjalprógv fyri upprunavirðinum, kann Akstovan úr egnum skráum ímóti gjaldi útvega skjalprógv samsvarandi stk. 2 og kann samstundis við støði í upplýsingunum úr egnum skráum í serligum førum gera eina meting av upprunavirðinum sbrt. stk. 2.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 2. mai 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 111/2021