Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. juni 2008Nr. 58
Løgtingslóg um Fróðskaparsetur Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 8. mai 2012
(University of the Faroe Islands) 1)
Kapittul 1
Virkisøki
§ 1. Lógin er galdandi fyri Fróðskaparsetur Føroya (University of Faroe Islands).
Stk. 2. Fróðskaparsetur Føroya er almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini, har hetta er ásett í hesi lóg.
Stk. 3. Fróðskaparsetur Føroya, Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya og Føroya Læraraskúli verða lagdir saman undir navninum Fróðskaparsetur Føroya.
Kapittul 2
Uppgávur
§ 2. Uppgáva Fróðskaparsetur Føroya er at inna gransking og veita frálæru sambært § 3. Endamálið er at grunda alla frálæru á gransking og veita frálæru á hægsta altjóða stigi. Stovnurin skal tryggja samanhang millum gransking og útbúgving og tryggja samfelagsligar raðfestingar og fyrilit í hesum sambandi. Raðfestingarnar av uppgávunum skulu støðugt eftirmetast. Stovnurin skal breiða út kunnleika og eggja til orðaskifti um vísindalig háttaløg, ástøði og úrslit.
Stk. 2. 1) Fróðskaparsetur Føroya hevur granskingarfrælsi. Stovnurin hevur skyldu til at verja hetta frælsið, eins og stovnurin skal verja vísindaliga siðalæru.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann ikki geva Fróðskaparsetri Føroya tænastuboð viðvíkjandi teimum uppgávum, ið eru fevndar av hesi grein.
Kapittul 3
Útbúgvingar
§ 3. 1) Fróðskaparsetur Føroya skal støðugt endurmeta raðfestingarnar av útbúgvingunum og gera uppskot um, hvørji útbúgvingartilboð skulu vera á hvørjum fakøki. Útbúgvingartilboð skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 2. 1) Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri innanhýsis góðskutrygging av útbúgvingunum, sum bodnar verða út á Fróðskaparsetrinum.
Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin skipar fyri eftirmeting av Fróðskaparsetri Føroya. Eftirmetingin verður gjørd av uttanhýsis serfrøði.
Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya, harundir um endamál, undirvísingarførleikar, upptøku, avriksflyting, lestrarvirkni, námsskipan, próvdøming, próvtalsstiga, prógv, heiti, diploma supplement, løggilding, góðskumeting, ph.d. skúla og kærur.
§ 4. 1) Fróðskaparsetur Føroya kann bjóða hesar fulltíðarútbúgvingar, har eitt fulltíðar lestrarár samsvarar við 60 ECTS námsstig:
1) Bachelorútbúgving, sum telur 180 ECTS námsstig.
2) Bachelorútbúgving, ið er yrkisrættað, sum telur upp til 240 ECTS námsstig.
3) Diplomútbúgving, sum telur 60 ECTS námsstig, sum antin er eitt ársverk á bachelorstøði ella eitt ársverk í framhaldi av bachelorútbúgving.
4) Masterútbúgving, sum telur 120 ECTS námsstig.
5) Ph.d.-útbúgving, sum telur 180 ECTS námsstig.
Stk. 2. 1) Námsstigini verða tillagað soleiðis, at tey til eina og hvørja tíð eru í samsvari við altjóða ásetingar.
Stk. 3. 1) (Strikað).
§ 4 a. 1) Fróðskaparsetur Føroya kann tilluta heitini: bachelor, diplom, master og philosophiae doctor (ph.d.)
Stk. 2. Ph.d. heitið verður latið einum, sum hevur lokið grannskaraútbúgving, íroknað eini ritgerð, sum er vard alment, og soleiðis hevur skjalprógvað at vera førur fyri at gjøgnumføra vísindaligar rannsóknir á einum stigi, sum samsvarar við altjóða ph.d. støðið í vísidagreinini.
Stk. 3. Heiðursheitið, philosophiae doctor honoris causa, stytt ph.d.h.c., kann verða latið fólki, sum hevur gjørt vart við seg vísindaliga á annan hátt. Stýrið tekur avgerð eftir tilmæli frá rektaranum.
§ 5. Fróðskaparsetur Føroya kann loyva lesandi at taka partar av útbúgving á útlendskum lærustovni.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir neyvari reglur fyri útbúgving sambært stk. 1. og fyri útskriving av prógvi í hesum sambandi.
§ 6. Fróðskaparsetur Føroya kann bjóða ískoytisútbúgvingar, parttíðarútbúgvingar og eftirútbúgvingar eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetir eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya.
Stk. 2. Fróðskaparsetur Føroya kann bjóða parttíðarútbúgvingar, ið kunnu vera partar av góðkendum fulltíðarútbúgvingum á stovninum.
§ 7. Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri lestrarvegleiðing, vegleiðing um útbúgvingarviðurskifti, skiftislesnaði og yrkismøguleikum fyri tey lesandi.
Stk. 2. 1) Fróðskaparsetur Føroya kann skipa útbúgvingartilboð umvegis fjarlestur.
Kapittul 4
Bygnaður
§ 8. Fróðskaparsetur Føroya verður stjórnað av einum stýri.
Stk. 2. Rektari leiðir Fróðskaparsetur Føroya innan karmar, sum stýrið ásetir.
Stýrið
§ 9. Í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya eru sjey limir. Landsstýrismaðurin tilnevnir sjey stýrislimir og sjey varalimir fyri 4 ár í senn, tó so at studentaumboð verður tilnevnt fyri eitt ár í senn.
Stk. 2. Stýrislimir og varalimir verða tilnevndir soleiðis: Fýra limir og fýra varalimir verða tilnevndir uttaneftir eftir landsstýrismansins avgerð. Tveir stýrislimir og tveir varalimir verða tilnevndir eftir tilmæli frá starvsfólkunum í føstum starvi á Fróðskaparsetri Føroya. Ein stýrislimur og ein varalimur verða tilnevndir eftir tilmæli frá teimum lesandi.
Stk. 3. Limirnir uttaneftir skulu hava universitetsútbúgving ella førleika á samsvarandi stigi. Teir skulu til samans hava holla vitan um og gott innlit í universitetsútbúgving og gransking. Tilnevndu limirnir skulu til samans hava leiðsluroyndir frá vinnu og umsiting.
Stk. 4. Stýrið velur formann og næstformann millum teir av landsstýrismanninum uttaneftir tilnevndu stýrislimir.
Stk. 5. Varalimur tekur sæti í stýrinum, um vanligum limi berst frá.
§ 10. Landsstýrismaðurin ásetir neyvari reglur um, hvussu tilmæli av umboðum fyri starvsfólk og lesandi á Fróðskaparsetri Føroya fer fram, sbrt. § 9, stk. 2.
Stk. 2. Samsýning til stýrislimir skal góðkennast av landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
§ 11. Stýrið er evsti myndugleiki á stovninum og hevur ábygdina av virksemi stovnsins mótvegis landsstýrismanninum. Stýrið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar.
Stk. 2. Stýrið tekur sær av áhugamálunum hjá Fróðskaparsetri Føroya sum útbúgvingar- og granskingarstovni, ásetir bygnað og tekur avgerð um langtíðarvirksemi og menning.
Stk. 3. Stýrið skal fyrisita tilfeingi Fróðskaparsetursins soleiðis, at tað gagnar endamáli stovnsins á besta hátt.
Stk. 4. Fíggjarætlan Fróðskaparsetursins verður send landsstýrismanninum til góðkenningar.
Stk. 5. Stýrið ger starvsskipan fyri virksemið hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum landsstýrismaðurin skal góðkenna.
§ 12. Um stýrið á ólógligan hátt setir framtíð stovnsins í vanda, og sýtir boðum at fáa viðurskiftini í rættlag, kann landsstýrismaðurin áleggja stýrinum at leggja frá sær og í hesum sambandi útnevna eitt fyribils stýri, til nýtt stýri er sett.
§ 13. Neyvari reglur um vísindastarvsetanir og starvsloysn verða ásettar í starvsskipanini.
Stk. 2. Stýrið setir og loysir úr starvi rektara. Stýrið setir og loysir úr starvi dekanar og fyrisitingarstjóra eftir tilmæli frá rektara.
Stk. 3. Stýrið hevur ikki heimild at taka avgerð í einstaklingsmálum um studentar ella onnur starvsfólk enn tey, ið eru nevnd í § 13, stk. 2.
Rektari v.m.
§ 14. Rektari hevur dagligu leiðsluna av Fróðskaparsetri Føroya innan teir karmar, sum stýrið hevur ásett. Dekanar og fyrisitingarstjóri røkja sínar uppgávur við heimild frá rektaranum.
Stk. 2. Rektari skal hava royndir av leiðslu og kunnleika um granskingarumhvørvi, skal hava royndir og innlit í útbúgvingarøkið og hava skil fyri samspælið millum stovnin og samfelagið sum heild.
Stk. 3. Rektari setir og loysir úr starvi starvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya, sbr. tó § 13, stk. 2, 2. pkt.
§ 15. Dekanur skal vera granskari á viðkomandi granskingarøki og hava royndir og innlit í universitetsútbúgvingar, gransking, leiðslu og samanspælið millum stovnin og samfelagið sum heild.
Stk. 2. Stýrið setir ein av dekanunum sum vararektara eftir tilmæli frá rektaranum.
Megindeildir o.a.
§ 16. Gransking fer fram á megindeildum, deplum og granskingarkjarnum, ið eru knýttar at Fróðskaparsetri Føroya. Undirvísing fer fram í eindum undir megindeildum, sum stýrið góðkennir eftir tilmæli rektarans.
Stk. 2. Dekanur hevur leiðsluna av megindeild, tryggjar samanhang millum gransking og útbúgving og dygdina í útbúgvingum og undirvísing.
Stk. 3. Dekanur hevur vísandi til rektaran ábyrgdina av, at øll gransking, undirvísing og annað virksemi á megindeild, eind v.m. fer fram sambært reglum og málum, sum Fróðskaparsetur Føroya hevur sett sær.
§ 17. Til tess at tryggja dygdina í útbúgving og undirvísing, setur dekanur lestrarráð eftir tørvi.
Stk. 2. Stýrið ásetir í starvskipan eftir tilmæli frá rektara neyvari reglur fyri skipan, uppgávur og virksemi hjá lestrarráði.
Stk. 3. Í hvørjum lestrarráði er sama tal av vísindaligum starvsfólkum og studentum, ið verða vald av ávikavist vísindaligum starvsfólkum og studentum.
Stk. 4. Lestrarráð velja formann millum vísindaligu umboðini og næstformann millum studentaumboðini.
§ 18. Til tess at ráðgeva rektara og stýri, verður heimilað rektara at seta akademiskt ráð. Stýrið ásetir valreglur og starvsskipan eftir tilmæli frá rektara.
Kapittul 5
Fíggjarviðurskifti
§ 19. Fróðskaparsetur Føroya verður fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini.
Stk. 2. Fróðskaparsetur Føroya kann hava inntøkufíggjað virksemi og taka móti stuðli frá øðrum. Tílíkur stuðul má ikki ávirka verandi yvirskipaðu útbúgvingar- og granskingarætlanirnar
Kapittul 6
Ymiskar ásetingar
§ 20. Landsstýrismaðurin kann gera av, at Fróðskaparsetur Føroya skal hava felags fyrisitingarligar skipanir við aðrar stovnar.
Stk. 2. 1) Fróðskaparsetur Føroya samstarvar og ger sínámillum samstarvsavtalur við viðkomandi stovnar í Føroyum og uttanlands.
§ 20 a. 1) Rektarin á Fróðskaparsetri Føroya skal skipa fyri, at lesandi, ið hevur skerdan virkisførleika og hevur tørv á sernámsfrøðiligari hjálp ella stuðli, fær tilboð um hetta.
Stk. 2. Rektarin skal skipa fyri, at lesandi, ið ikki fær fylgt vanligu undirvísingini, tí lesandi ber brek, í serligum føri fær tilboð um longda útbúgvingartíð og serlig undirvísingaramboð, so tann lesandi kann fullføra útbúgvingina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um sernámsfrøðiligan stuðul.
Kapittul 6 a 1)
Kæra um próvtøku
§ 20 b. 1) Kæra um avgerð í sambandi við próvtøku skal latast Fróðskaparsetrinum skrivliga við grundgevingum.
Stk. 2. Kærufreistin er 2 vikur frá tí, at lesandi hevur fingið avgerðina at vita. Í undantaksføri kann rektarin víkja frá tíðarfreistini.
Stk. 3. Kærast kann ikki um metingina í kliniskum útbúgvingarparti.
§ 20 c. 1) Verður kært um:
1) próvtøkugrundarlagið, tað er próvtøkuspurningar, uppgávur ella tílíkt í mun til pensum,
2) próvtøkugongdina ella
3) próvdømingina,
leggur dekanurin kæruna fyri undirvísaran og próvdómaran til viðmerkingar og tilmæli.
Stk. 2. Dekanurin tekur avgerð í kærumálum sbrt. stk. 1, og niðurstøðan kann vera:
1) at umdøming verður framd,
2) at viðkomandi fær bjóðað endurpróvtøku, ella
3) at kæran verður víst aftur.
Við umdøming og við endurpróvtøku skulu nýggir próvdómarar verða settir at døma avrikið.
Stk. 3. Verður niðurstøðan umdøming ella endurpróvtøka, endar málið her.
§ 20 d. 1) Vísir dekanurin kæruni aftur, kann kærast skrivliga til rektaran, sum setir eina kærunevnd í hvørjum einstøkum føri at taka avgerð í málinum. Kærufreistin er 2 vikur frá tí, at dekanurin hevur tikið avgerðina.
Stk. 2. Kærunevndin verður mannað við tveimum góðkendum uttanhýsis próvdómarum. Ber hetta ikki til, verður nevndin mannað við uttanhýsis próvdómarum, tilnevndum til høvið. Rektarin tilnevnir formannin.
§ 20 e. 1) Kærunevndin kann:
1) góðkenna próvtalið, hækka ella lækka próvtalið ella broyta ikki staðið til staðið ella øvugt,
2) avgera, at umdøming verður við nýggjum próvdómarum,
3) bjóða endurpróvtøku við nýggjum próvdómarum, ella
4) vísa kæruni aftur.
Stk. 2. Avgerð verður tikin við atkvøðugreiðslu. Stendur á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.
Stk. 3. Lesandi kann halda fram við útbúgvingini, meðan kæran verður viðgjørd.
Stk. 4. Avgerð kærunevndarinnar er endalig.
Kapittul 7
Skiftisreglur
§ 21. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta í kunngerð aðrar skiftisreglur eitt nú um viðurskifti hjá studentum, sum eru farnir undir lestur fyri 1. august 2008.
Stk. 2. Rektari sbrt. § 13, stk. 2, 1. pkt. verður settur fyrstu ferð 1. oktober 2008.
Stk. 3. Rektararnir á Føroya Læraraskúla og Føroya Sjúkrarøktarfrøðiskúla verða fakleiðarar fyri ávikavist læraraútbúgvingina og sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina á Fróðskaparsetri Føroya, við somu lønartreytum restina av setanarskeiðum teirra.
Kapittul 8
Gildiskoma
§ 22. Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2008. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 65 frá 21.05.1987 um Fróðskaparsetur Føroya, Universitas Færoensis, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 13. juni 1995.
Tórshavn, 9. juni 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Kristina Háfoss (sign.)
Lm. nr. 156/2007