Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. mai 2006Nr. 58
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2005 um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1, stk. 3 verður strikað, og innsett verður stk. 3 í § 1:
“Stk. 3. P/F Postverk Føroya er bundið til, at økisposthús er í Klaksvík, í Saltangará, á Oyrabakka, í Miðvági, í Tórshavn, í Skopun og á Tvøroyri til 31. desember 2015”.
2) Insett verður stk. 4 í § 1:
“Stk. 4. P/F Postverk Føroya er bundið til, at tilknýtt posthús ella postavgreiðsla á avgreiðslustøðum er í Fuglafirði, á Toftum, í Gøtu, á Strondum, á Eiði, í Tórshavn, í Vestmanna, í Kollafirði, í Hvalba, í Vági, í Sørvági, á Sandi, í Sandavági og í Leirvík til 31. desember 2010.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 16.mai 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjarni Djurholm (sign.)
Lm. nr. 68/2005