Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. mai 2015Nr. 58
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
(Leiguakfør og demoakfør)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 17. mai 2013, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 10, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Fyri motorakfør, skrásett sum leiguakfør, motorakfør, skrásett sum demoakfør, og akfør, nýtt til skúlakoyring, verður reglan sambært stk. 1 nýtt. Fyri at motorakfar skal kunna viðgerast eftir stk. 1, skal tað hava verið skrásett sum leiguakfar, demoakfar ella akfar nýtt til skúlakoyring í minsta lagi 6 mánaðir, og at leiguakfarið skal hava havt minst 10 ymiskar leigarar, ella verið skrásett sum leiguakfar í minst 3 ár.”
2. § 32, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Er avgjaldið ikki goldið, tá ið freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Við gjalddag skal her skiljast gjalddagurin, sum ásettur er í § 22, stk. 1.”
3. Danski tvíteksturin í lógini verður strikaður.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 18. mai 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 93/2014