Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mai 2011Nr. 58
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 44 verður orðað soleiðis:
“§ 44. Er ikki hægri revsing ásett í aðrari lóggávu, verður tann revsaður við bót, sum
1) brýtur § 7, stk. 1, § 8, stk. 1, § 13, stk. 1, § 14, stk. 1 og 2, § 17, § 21, stk. 1 og § 25, stk. 1,
2) setur treytir sambært § 18, stk. 2 og § 25, stk. 2 til viks,
3) ikki letur inn fráboðan sambært § 26, stk. 1-2, ella upplýsingar sambært § 26, stk. 3,
4) ikki fylgir banni ella boðum sambært § 31, stk. 1-2, ella banni sambært § 32, stk. 1 og 2,
5) forðar kanningum sambært § 30, stk. 1 og 2, ella eftirliti sambært § 34, stk. 1 og 2, ella
6) forðar fyri, at skip verður hildið aftur sambært § 33, stk. 2.
Stk. 2. Ásetan av bót fyri brot á § 7, stk. 1 og 2 skal hava støði í tí nøgd av olju, ið er burturbeind.
Stk. 3. Revsingin kann hækka til fongsul í upp til 2 ár, um brotið er framt við vilja ella við grovum ósketni, og um tað við brotinum er
1) voldur skaði á umhvørvið, ella elvt er til vanda fyri slíkum skaða, ella
2) peningaligur fyrimunur er fingin, ella tílíkur fyrimunur hevur verið tilætlaður fyri viðkomandi sjálvan ella onnur, eitt nú við sparingum.
Stk. 4. Reglurnar í stk. 3 eru ikki galdandi fyri brot, framd av útlendskum skipum. Fyri brot, framd av útlendskum skipum, kann revsingin hækka til fongsul í 2 ár, um brotið er framt á sjóumveldinum, og dálkingin er álvarsom og framd við vilja.”
2) § 46, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Stk. 1 verður samsvarandi nýtt í málum um brot á fráboðanarskylduna sambært § 26 og í málum um brot á reglur, ásettar sambært § 19 viðvíkjandi burturbeining av olju frá havstøðum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 26. mai 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 154/2010