Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. mai 2024Nr. 58
Løgtingslóg um føroyskt sum annaðmál
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Virkisøki
§ 1. Eftir reglunum í hesi løgtingslóg verður undirvísing og útbúgving í føroyskum sum annaðmál boðin øllum útlendingum, sum hava fingið uppihaldsloyvi í Føroyum og sum eru yvir undirvísingarskyldugan aldur sambært løgtingslóg um fólkaskúlan.
§ 2. Skipast kann fyri undirvísing í móðurmáli og fyri annaðmálsundirvísing í øðrum máli enn føroyskum fyri næmingar, sum eru fevndir av hesi løgtingslóg, og sum hava annað mál enn føroyskt sum sítt fyrsta mál.
Skipan av tilboðnum
§ 3. Undirvísingarstýrið skipar undirvísingina saman við samstarvsskúlum. Samstarvsskúlin kann vera ein av landsstýrisfólkinum góðkendur miðnámsskúli ella annar góðkendur skúli.
Stk. 2. Bústaðarkommunan skal vísa tilflytarum til nærmasta undirvísingarstað sambært stk. 1.
§ 4. Landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur um:
1) Innihaldið í undirvísingini.
2) Innihaldið í útbúgvingini.
3) Førleikakrøv til lærarar, sum undirvísa sambært hesi løgtingslóg.
§ 5. Undirvísing sambært hesi løgtingslóg kann eisini skipast sum umbiðin skeið.
Stk. 2. Undirvísingarstýrið skal góðkenna umbiðin skeið.
Stk. 3. Landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur um skeið sambært stk. 1, harundir reglur um luttøkugjald.
Upptøka
§ 6. Undirvísingarstýrið ger saman við samstarvsskúlunum leiðreglur viðvíkjandi upptøku av næmingum, virksemi, undirvísingartilboðum o.ø.
§ 7. Undirvísingarstýrið skipar í samstarvi við samstarvsskúlarnar fyri kunning, innskriving, visitatión og undirvísing sambært hesi løgtingslóg.
Námsætlan og próvtøka
§ 8. Undirvísing sambært hesi løgtingslóg skal fylgja námsætlan, sum landsstýrisfólkið letur gera.
§ 9. Undirvísing eftir hesi løgtingslóg kann enda við roynd ella próvtøku.
§ 10. Landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur um royndir og próvtøkur sambært hesi løgtingslóg.
Ábyrgd hjá samstarvsskúlum og setan av lærarum
§ 11. Samstarvsskúlin hevur námsfrøðiligu, fakligu og fyrisitingarligu ábyrgdina av undirvísingini.
Stk. 2. Samstarvsskúlin setur, í samráð við Undirvísingarstýrið, lærarar í starv at undirvísa sambært hesi løgtingslóg. Hvør skúli er eitt setanarøki, men samstarvsskúlarnir kunnu í samráð við Undirvísingarstýrið gera avtalu um samstarv viðvíkjandi lærarum.
Fígging
§ 12. Landið ber kostnaðin av undirvísing og útbúgving sambært hesi løgtingslóg, undantikið tó tey í § 5 nevndu skeið.
Ráðgevandi nevnd
§ 13. Landsstýrisfólkið setur ráðgevandi nevnd at hjálpa til við samskipan av undirvísing sambært §§ 1 og 2.
Stk. 2. Í nevndini sita eitt umboð fyri hvønn samstarvsskúla, Fróðskaparsetur Føroya, Útlendingastovuna, Nám og Undirvísingarstýrið.
Stk. 3. Umboðið fyri Undirvísingarstýrið er forfólk í nevndini.
Stk. 4. Landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur fyri virki nevndarinnar.
Kærur
§ 14. Fyrisitingarligar og námsfrøðiligar avgerðir sambært hesi løgtingslóg kunnu innan 7 dagar frá tí, avgerðin er tikin, skrivliga kærast til landsstýrisfólkið.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um kærur, harundir í hvønn mun og undir hvørjum treytum samstarvsskúlin kann bjóða næmingi endurroynd ella umdøming.
Gildiskoma
§ 15. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd.
Endurskoðan
§ 16. Landsstýrisfólkið skal eftir trimum árum frá gildiskomu leggja fram fyri Løgtingið frágreiðing um, hvussu løgtingslógin hevur roynst, og um hon hevur virkað eftir ætlan.
Í Tinganesi, 29. mai 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 85/2023