Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. mai 2022Nr. 59
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)
(Fólkaflutningur, ferðaleiðarar o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2, stk. 3, litra f verður orðað soleiðis:
“f) Fólkaflutningur. Frítøkan fevnir ikki um annan vinnuligan fólkaflutning við bussi enn rutuflutning. Umframt fólkaflutning fevnir ásetingin eisini um flutning av akførum við skipum hjá Strandfaraskipum Landsins innanoyggja.”
2. § 2, stk. 3, litra n verður orðað soleiðis:
“n) Virksemi sum ferðaleiðari, ferðamannastovuvirksemi og ferðamanna leiðbeiningarvirksemi og upplýsingarvirksemi.”
3. Í 5, stk. 1, 1. pkt., § 12, stk. 5, 2. pkt., § 18, stk. 3, § 18, stk. 4, 1. pkt., § 23 a, stk. 1, nr. 3, § 27, stk. 8, § 28, stk. 5, 2. pkt., § 29, stk. 2, tvær staðni í § 29, stk. 3, § 30, stk. 1-3, § 31, stk. 1 og 2, § 38, stk. 1, 2. pkt. og § 40, stk. 4 verður “Toll- og Skattstovu Føroya” broytt til: “TAKS”.
4. Í § 21, stk. 2, tvær staðni í § 21, stk. 3, tvær staðni í § 23, stk. 1, § 23 a, stk. 3, § 23 a, stk. 4, 1. pkt., § 24, stk. 2, 2. pkt., § 29, stk. 1, § 30, stk. 4, § 32, stk. 2, 1. pkt., § 34, stk. 1 og § 38, stk. 1, 1. pkt. verður “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”.
5. Í § 38, stk. 1 verður “limum í skatta- og avgjaldskærunevndini,” broytt til: “Føroya Kærustovni”.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. § 1, nr. 1 kemur í gildi 1. januar 2024.
Í Tinganesi, 2. mai 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 108/2021