Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. juni 2007Nr. 59
Løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022
(Elveitingarlógin)
Kapittul 1
Endamál og gildisøki
§ 1. Lógin er galdandi fyri framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (elveitingarvirksemi).
Stk. 2. Lógin er galdandi á føroyskum land-, sjó-, hav- og landgrunsøki.
Stk. 3. Lógin er ikki galdandi fyri skip og fyri havstøðir, sum reka virksemi sambært løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi.
§ 2. Øll hava rætt til, móti gjaldi, at fáa veiting av ravmagni.
§ 3. Kommunur kunnu luttaka í elveitingarvirksemi sbrt. § 1, stk 1, uttan mun til ásetingarnar í § 50, stk 1 í kommunustýrislógini.
Kapittul 2
Framleiðsla av ravmagni
§ 4. Framleiðsla av ravmagni, ætlað til flutnings á elnetinum við loyvi eftir § 9, er einans loyvd við loyvi frá landsstýrismanninum.
Stk. 2. Loyvi verður latið fyri tíðarskeið, ikki longri enn 20 ár, og kann verða longt við í mesta lagi 20 árum í senn.
Stk. 3. Loyvi kann bert veitast umsøkjarum, sum hava neyðugan sakkunnleika, førleika og fíggjarorku til tað virksemi, sum loyvi verður veitt fyri.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann lata royndarloyvi til elframleiðslu, har ætlanin er at gera royndir við nýggjari tøkni, tengd at granskingar- og menningarverkætlanum. Royndarloyvi til elframleiðslu kann ikki veitast fyri meira enn 5 ár í senn. Í samráð við SEV kann avtala gerast um keyp av hesi framleiðslu.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann í sambandi við veitan av loyvi ella seinni seta krav um, at loyvishavarar samstarva um útbúnað og savningarøki. Um loyvishavararnir ikki finna semju um samstarv, kann landsstýrismaðurin taka avgerð hesum viðvíkjandi
§ 5. 1) Tá landsstýrismaðurin viðger umsókn um loyvi eftir § 4 til bygging av nýggjum verkum til framleiðslu av ravmagni úr jarðrunnum brennievnum, vindorku ella úr vatnorku, skal hann taka atlit til orkupolitikk landsins, umframt til rættin hjá SEV at gagnnýta vatnorkuna og til orkutørv landsins, sbrt. § 11, stk. 3.
Stk. 2. 2) 1) Tað kann verða lýst alment eftir umsóknum, tá ið loyvi eftir § 4 til framleiðslu av ravmagni úr vindorku verður veitt. Áðrenn lýst verður eftir umsóknum, ella áðrenn umsókn verður viðgjørd uttan at lýst er eftir umsóknum frammanundan, skal landsstýrismaðurin ráðføra seg við SEV, sbrt. § 11, stk. 3.
Stk. 3. 1) Um umsókn er komin um at veita loyvi til framleiðslu úr vindorku, uttan at alment er lýst eftir umsóknum, og landsstýrismaðurin metir, at umstøðurnar og umsóknin tala fyri, at umsóknin eigur at verða viðgjørd, skal landsstýrismaðurin gera av, at loyvi bert kann verða givið aftaná, at alment hevur verið lýst, at umsókn um loyvi er móttikin, og at onnur áhugað kunnu søkja um sama loyvi við eini freist upp á í minsta lagi 60 dagar frá tí, at lýst varð.
Stk. 4. 2) 1) Landsstýrismaðurin kann veita loyvi til, at avlopsorka frá øðrum virksemi kann leiðast inn á elnetið. Landsstýrismaðurin ásetir í loyvinum og/ella í kunngerð nærri treytir fyri hetta virksemið. Áðrenn landsstýrismaðurin veitir loyvi, skal hann ráðføra seg við SEV.
Stk. 5. 2) 1) Landsstýrismaðurin kann lata verða við at geva teimum loyvi, ið søkt hava.
§ 6. Loyvi eftir § 4 verða latin við treytum, ið landsstýrismaðurin ásetir. Treytir kunnu setast við slag av orkukeldu, framleiðslurætt og -skyldu, tøkan framleiðslumátt, íbinding í netið, hvussu prísur skal roknast, gagnnýtslu av avlopsorku, upplýsingarskyldu mótvegis landsstýrismanninum og SEV, um uppseting og burturbeining av útbúnaði, tíðarfreistir o.a.
§ 7. Feløg, sum hava loyvi at framleiða ravmagn, og sum eru íbundin netið, hava skyldu at fylgja boðum frá SEV, sbrt. § 11, stk 5 um broytingar í framleiðsluni, fyri at tryggja ein munadyggan rakstur og eina hóskandi veitingartrygd og el-góðsku.
Stk. 2. Feløg, sum hava loyvi til framleiðslu av ravmagni, og sum eru íbundin netið, hava skyldu at boða SEV frá ætlaðum broytingum í framleiðsluni innan eina hóskandi freist, ið SEV ásetir.
§ 8. Loyvishavari, ið ætlar at halda fram við virkseminum, eftir at loyvisskeiðið er farið, skal í minsta lagi 2 ár undan, at loyvið til framleiðslu rennur út, søkja um leinging av loyvinum.
Stk. 2. Um loyvishavari ætlar at gevast við framleiðslu, kann landsstýris-maðurin í samráð við SEV, um serlig viðurskifti gera seg galdandi, taka avgerð um framhaldandi rakstur av verkinum móti fullum endurgjaldi.
Kapittul 3
Netvirksemi
§ 9. Loyvi krevst frá landsstýrismanninum til netvirksemi, t.e. flutningur av ravmagni, frá framleiðslustaði til brúkara. Loyvið verður latið við treytum, ið landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 2. SEV fær loyvi til netvirksemi eftir stk 1.
Stk. 3. SEV skal íbinda loyvishavarar til framleiðslu av ravmagni í netið.
Stk. 4. SEV hevur skyldu at binda allar brúkarar av ravmagni í netið, um ikki serlig viðurskifti gera seg galdandi.
Stk. 5. Tá SEV ásetir prísir fyri ravmagn til brúkara, skal munur ikki gerast á, hvar brúkari býr.
Stk. 6. 3) Landsstýrismanninum verður heimilað at góðkenna, at SEV kann áseta serligan prís fyri elnýtslu til góðkendar hitapumpur sambært BK17 og til elbilar.
1) Munurin millum serliga prísin eftir stk. 6 og hægsta prís fyri kWt eftir prísskránni hjá SEV kann í mesta lagi vera 0,40 kr. umframt meirvirðisgjald.
2) Serligi prísurin eftir stk. 6 kann verða givin fyri nýtslu alt samdøgrið og fyri nýtslu part av samdøgrinum.
§ 10. Netvirksemið skal fíggjarliga hvíla í sær sjálvum, soleiðis at inntøkurnar eru hóskandi til at gjalda fyri rakstur og ætlaðar neyðugar íløgur.
Stk. 2. SEV skal hava serstakan roknskap fyri netvirksemið.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann, eftir samráðingar við SEV, krevja, at virknisfremjandi tiltøk verða sett í verk fyri støðugt at betra um raksturin av netvirkseminum.
§ 11. SEV hevur ábyrgd av, at veitingartrygdin og elgóðskan eru nøktandi.
Stk. 2. SEV skal arbeiða fyri, at størst møguligur partur av elframleiðsluni, ið til eina og hvørja tíð er tøk, er úr varandi orkukeldum.
Stk. 3. SEV skal í samráð við landsstýrismannin leggja til rættis og meta um framtíðar tørv á at byggja út ravmagnsframleiðsluverk og -net.
Stk. 4. SEV skal harumframt:
1) máta elnøgdina, ið verður framleidd, og elnøgdina, ið verður seld,
2) vera landsstýrismanninum til hjálpar í sambandi við eftirlitsarbeiði hansara.
Stk. 5. Til at tryggja, at SEV kann liva upp til sína skyldu um at halda eina nøktandi veitingartrygd og elgóðsku sbrt. stk. 1, kann SEV til eina og hvørja tíð geva boð til annan framleiðara um broyting í framleiðslu, ella, um neyðugt, kobla framleiðara av netinum.
§ 12. SEV hevur skyldu at keypa tað ravmagn, sum verður framleitt av loyvishavarum sambært loyvunum.
Stk. 2. SEV skal ikki gera mismun millum egna framleiðslu og framleiðslu frá øðrum framleiðarum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur við tí endamáli at tryggja, at treytirnar í og endamálið við hesum kapitli verða lokin, herundir reglur um, hvussu prísur til brúkara skal roknast, hvussu nøktandi veitingartrygd og el-góðska kann verða hildin, gerð av serstøkum roknskapi, upplýsingarskyldur mótvegis brúkarum, loyvishavarum og landsstýrismanni, gagnnýtslu av varandi orkukeldum, reglur um at seta í verk virknisfremjandi tiltøk o.a.
Stk. 4. Um SEV brýtur sínar skyldur um serstakan roknskap sbrt. § 10, stk 2, misnýtir marknaðarstøðu sína, ella um serlig samfelagsatlit gera seg galdandi, kann landsstýrismaðurin krevja, at partur av virkseminum verður lagdur undir sjálvstøðuga leiðslu, ella at netvirksemið í síni heild verður lagt í sjálvstøðugt felag við sjálvstøðugari leiðslu.
§ 13. Tað áliggur SEV at gera veitingarætlan fyri umstøður, tá neyðugt verður at skamta elveitingina. Ætlanin skal góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 2. SEV er heimilað at skamta elveitingina sambært veitingarætlanini eftir stk. 1.
§ 14. SEV skal gera almennar treytir fyri viðurskifti síni við allar brúkarabólkar. Almennu treytirnar skulu góðkennast av landsstýris-manninum.
§ 15. Góðkenning krevst frá lands-stýrismanninum til at leggja háspenningslinjur til transmissjón av ravmagni. Í sambandi við góðkenning, kunnu treytir setast um verju av umhvørvi, lendisnýtslu og onnur viðurskifti, ið verða mett neyðug.
Kapittul 4
Meting um árin á umhvørvið
§ 16. Áðrenn loyvi til framleiðslu av ravmagni verður latið, skal verða gjørd umhvørvisárinsmeting, og skulu úrslit av hesari meting vera góðtikin av landsstýrismanninum. Viðkomandi almenningur, myndugleikar og felagsskapir skulu hoyrast, áðrenn loyvi verða veitt.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um, hvussu metingar eftir stk. 1 skulu gerast, um skjalprógvan og um hoyring.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann, um heilt serligar umstøður gera seg galdandi, veita undantak frá krøvunum í stk. 1, 1. pkt.
Kapittul 5
Myndugleikar, eftirlit, kærur o.a.
§ 17. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við, at lógin, ásetingar, settar sambært lógini, og loyvistreytir verða hildnar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um gjald fyri veitan av loyvi umframt reglur um gjald fyri eftirlit við virksemi loyvishavarans eftir hesi lóg og fyri viðgerð av kærum.
§ 18. 4) 5) Leggur landsstýrismaðurin heimildir sínar eftir hesi lóg til ein myndugleika undir honum, kann hann áseta, at avgerðir, tiknar av myndugleikanum, kunnu kærast til Føroya Kærustovn.
§ 19. Landsstýrismaðurin hevur rætt at fáa allar upplýsingar, sum verða mettar neyðugar til útinnan av eftirliti við virksemi sambært hesi lóg.
Stk. 2. Loyvishavari við loyvi til framleiðslu av ravmagni eftir § 4 eins og loyvishavari við loyvi til netvirksemi eftir § 9 hava skyldu til at geva starvsfólki eftirlitsmyndugleikans alla hjálp í kanningarvirksemi teirra.
Kapittul 6
Aðrar ásetingar
§ 20. Loyvi til framleiðslu eftir § 4 og til netvirksemi eftir § 9 í hesi lóg eru undantikin rættarsókn og kunnu hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis avhendast ella veðsetast, uttan so at landsstýrismaðurin gevur loyvi frammanundan og góðkennir treytirnar í sáttmálanum partanna millum.
§ 21. Um fortreytirnar fyri loyvi eftir § 4 eru munandi broyttar, kunnu við 1 árs fyriboðan og eftir samráðingar við avvarðandi loyvishavara ásetast nýggjar treytir í einum loyvi. Tílíkar samráðingar kunnu í fyrsta lagi verða 5 ár eftir, at loyvi er veitt, um ikki heilt avgerandi atlit tala fyri, at treytirnar verða broyttar innan hesa freist.
§ 22. Loyvi eftir § 4 kann verða tikið aftur, um:
1) lógin, reglur ásettar sambært lógini, treytir og boð verða brotin við vilja ella av grovum ósketni,
2) tað í umsókn um loyvi eru givnar skeivar ella villleiðandi upplýsingar,
3) loyvishavarin boðar frá gjaldsteðgi, letur inn umsókn um konkurs ella verður koyrdur konkurs.
Stk. 2. Um bøtt kann verða um eitt brot, sum nevnt í stk. 1, kann landsstýrismaðurin boða eigaranum frá, at hesin innan fyri eina nærri ásetta freist skal halda sínar skyldur eftir loyvinum.
Stk. 3. Verður loyvið tikið aftur eftir stk. 1 frá eini fyritøku við framleiðsluskyldu, kann landsstýrismaðurin fyribils halda fram við loyviskravda virkseminum hjá fyritøkuni. Fráboðar ein fyritøka við framleiðsluskyldu gjaldsteðg ella verður fyritøkan koyrd konkurs, uttan at loyvi verður tikið aftur, kann landsstýrismaðurin fyribils halda fram við loyviskravda virkseminum hjá fyritøkuni, um so er, at eftirlitið undir gjaldsteðginum, ella kurator annaðhvørt ikki ynskir at halda fram við loyviskravda virkseminum, ella at framleiðsluskylduga fyritøkan ikki heldur fram við framleiðsluskylduga virkseminum á nøktandi hátt. Eftirlitið ella kurator skal skjótast gjørligt og í seinasta lagi eina viku eftir gjaldsteðgin ella eftir konkursdekretið boða landsstýris-manninum frá, um framleiðsluskylduga virksemið heldur fram ella ikki.
Kapittul 7
Revsing
§ 23. 6) Er ikki harðari revsing ásett í aðrari lóggávu, kann tann verða revsaður við bót ella fongsli í upp til 4 mánaðir, sum:
1) rekur framleiðsluvirksemi uttan loyvi sbrt. § 4, stk 1 og stk 3,
2) rekur netvirksemi uttan loyvi sbrt. § 9,
3) brýtur treytir, ásettar í loyvinum eftir § 6, § 9, stk. 1 og 2, § 15 og § 21,
4) ikki letur inn kravdar upplýsingar ella forðar fyri kanningum við heimild í lógini sbrt. § 6 og § 19,
5) ikki aktar boð, givin við heimild í hesi lóg, ella fyriskipanir, ásettar við heimild í lógini.
Stk. 2. 6) Í kunngerðum, ásettum við heimild í lógini, kann ásetast revsing sum bót ella fongsli í upp til 4 mánaðir fyri brot á ásetingarnar í kunngerðini ella á treytir, settar í loyvinum, ella á boð, givin sambært reglunum.
Stk. 3. Feløg o.a. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kap. 5 í revsilógini.
Kapittul 8
Gildiskoma og skiftisásetingar
§ 24. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
§ 25. Tá lógin fær gildi, er rakstur av verandi framleiðsluverkum og elnetum hjá SEV til 1. januar 2009 undantikin frá loyviskravinum í § 4, stk. 1 og § 9, stk. 1. Í sama tíðarskeiði er SEV undantikið frá ásetingunum í § 10, stk. 2 um serstakan roknskap fyri netvirksemi.
Stk. 2. Tá tann í stk. 1 ásetta skiftistíð er runnin, hevur SEV rætt til at fáa loyvi eftir § 4, stk. 1 og § 9, stk. 2 eftir teimum treytum, ið ásettar verða sbrt. § 6, og § 9. Vatnorkuútbygging við tilknýti til verandi framleiðsluverk, sum er sett í verk, tá lógin fær gildi, verður fevnd av tí loyvi, framleiðsluverkið fær eftir hesi lóg.
Stk. 3. Skiftistíðin í stk. 1 er eisini galdandi fyri onnur feløg, ið framleiða ravmagn inn á elnetið, tá henda lóg kemur í gildi. Eftir at skiftistíðin er runnin, hava hesi feløg rætt til at fáa loyvi eftir § 4, stk. 1 við teimum treytum, ið ásettar verða sbrt. § 6.
Tórshavn, 7. juni 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjarni Djurholm (sign.)
Lm. nr. 113/2006
1) Broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 7. juni 2012.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 20. november 2007.
3) Broytt við løgtingslóg nr. 184 frá 21. desember 2018.
4) Broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, har § 19 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Kærumál, sum eru reist, tá henda løgtingdslógin kemur gildi, verða viðgjørd av kærumyndugleikanum eftir galdandi lóggávu, áðrenn henda lógin kom í gildi.”
5) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, har § 34 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2022 og samstundis fara løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd úr gildi.”
6) Broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021.