Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. mai 2020Nr. 59
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)
(Heimild til at víkja frá, at svartkjaftur verður settur av til vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 15, stk. 1, nr. 1)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin) verður aftan á § 15 sett:
“§ 15 a. Heimilað verður landsstýrismanninum í 2020 í kunngerð at víkja frá § 15, stk. 1, nr. 1, um at nøgdir av svartkjafti verða settar av til vinnuligar royndir og verkætlanir.
Stk. 2. Heimilað verður landsstýrismanninum í 2020 í kunngerð at seta tær í § 15, stk. 1, nr. 1 nevndu nøgdir av svartkjafti av til fiskiskap sambært § 22, stk. 1 og § 23, stk. 2. Nevndu nøgdir av svartkjafti skulu latast sum felagskvota við hámarki.
Stk. 3. Um heimildin sambært stk. 1 og 2 verður nýtt, verður nøgdin av svartkjafti, sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir, sambært § 15, stk. 1, nr. 1 frá og við 2021 roknað sambært § 16, stk. 1 og 2 við grundarlagi í tí nøgd, sum sambært § 15, stk. 1, nr. 1 í 2020 kundi verið latin til vinnuligar royndir og verkætlanir.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 13. mai 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 136/2019