25. mai 2009Nr. 59
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 16 mai 2006, verður gjørd henda broyting:
Í § 6 verður sum litra i sett:
“i. Annar vøruinnflutningur, har tollvirðið ikki er meir enn 300,- kr. Avgjaldsfrítøkan fevnir tó ikki um vørur, ið rinda avgjald sambært løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi við seinri broytingum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 25..mai 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 114/2008