Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. apríl 2001Nr. 59
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum, verður § 63 a, stk. 1, orðað soleiðis:
”Afturbering sambært hesi grein verður veitt av teirri løn, frítíðarløn, samsýning v.m jbr. § 60, ið ein persónur búfastur í Føroyum, ella eitt partafelag, íognarfelag, partsreiðarí, annar felagsskapur ella felag, skrásett í Føroyum, og har veruliga leiðslan hevur høvuðssæti í Føroyum, rindar persónum, skattskyldugum í Føroyum fyri
1) tænastu umborð á skipi, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS
2) tænastu umborð á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt, í hesi lóg verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1, í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipa skrá.
Reglurnar um afturbering eru ikki galdandi fyri:
1) tænastu útint á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 3. pkt., ikki verða mett sum skip við heimstaði í Føroyum,
2) tænastu, útint á boripallum í føroyskum sjóøki sambært § 1, nr. 1, í kolvetnisskattalógini.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kungjørd.
Tórshavn, 27. apríl 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður