Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. juni 2007Nr. 60
Løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum, sum broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 1. juni 2023
Fólkakirkjan
§ 1. Fólkakirkjan í Føroyum er evangelisk-luthersk.
Stk. 2. Landið stuðlar fólkakirkjuni.
Bygnaður
§ 2. Kirkjufólk hoyrir til kirkjusóknina.
§ 3. Kirkjusóknin er grundeindin í fólkakirkjuni og kann ikki verða loyst frá henni.
Stk. 2. Kirkjusóknin hevur eitt kirkjuráð, ið stjórnar kirkjuni.
Stk. 3. Kirkjan hevur egin rættindi og egnar skyldur, kann vera partur í avtalum við privat og við almennar myndugleikar, og kann vera partur í rættarmálum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin skipar kirkjusóknirnar eftir tilmæli frá biskupi.
§ 4. Kirkjusóknin hoyrir til prestagjaldið, sum kann fevna um fleiri kirkjusóknir.
Stk. 2. Sóknarprestur er í prestagjaldinum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin skipar prestagjøldini um eftir tilmæli frá biskupi.
§ 5. Landsstýrismaðurin skipar prestagjøldini í próstadømi eftir tilmæli frá stiftsstjórnini.
Stk. 2. Próstur er í próstadøminum.
Stk. 3. Í próstadøminum er próstadømisráð við prósti og umboðum, sum limirnir í kirkjuráðunum velja.
§ 5 a. 1) Landsstýrismaðurin kann eftir tilmæli Stiftsstjórnarinnar gera av, at tveir próstar skulu vera í sama próstadømi. Landsstýrismaðurin lutar tá, eftir tilmæli biskups, embætisskyldurnar próstanna millum og ger av, hvør teirra er limur í Próstadømisráðnum.
§ 6. Føroyar eru eitt biskupsdømi við stiftsstjórn.
Stk. 2. Biskupur er í biskupsdøminum. Biskupur hevur sæti í Tórshavn. Havnar kirkja er dómkirkja.
Stk. 3. Stiftsstjórnin hevur tríggjar limir. Biskupur er formaður. Landsstýrismaðurin tilnevnir ein lim, sum er embætisfólk í tænastu landsins. Limirnir í kirkjuráðunum velja ein lim.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir neyvari reglur um virksemið hjá stiftsstjórnini.
Embæti
Sóknarprestur
§ 7. Sóknarprestur er tann, sum á rættan hátt er kallaður til at tæna í fólkakirkjuni við orði og við sakramentum og er vígdur til hesa tænastu.
Stk. 2. Sóknarprestur boðar gleðiboðskapin, heldur gudstænastu, fremur kirkjuligar tænastur, hevur undirvísing og veitir sálarrøkt, og skal støðugt granska Guds orð og trúarinnar læru.
Stk. 3. Biskupur ger nærri skipan fyri, hvussu tænastan í prestagjaldinum verður røkt.
§ 8. Fólkakirkjan kann hava prest í tænastu hjá føroyingum uttanlands, og til at røkja serligar uppgávur innlendis.
Próstur
§ 9. Próstur er sóknarprestur, ið er innsettur at røkja próstaembæti umframt.
Stk. 2. Próstur stuðlar biskupi í embætisvirksemi hansara.
§ 10. Próstur við dómkirkjuna er dómpróstur og varamaður hjá biskupi.
Stk. 2. Berst dómprósti frá at røkja uppgávuna sum varamaður hjá biskupi, tekur próstur við hægsta starvsaldri uppgávuna.
Biskupur
§ 11. Biskupur er prestur, sum umframt orðsins tænastu hevur fingið litið til evstu umsjón og umsorgan við biskupsdøminum, og er vígdur til hesa tænastu.
§ 12. Biskupur hevur umsjón við kristniboðanini og sakramentunum, og at tey verða umsitin sambært læru og fyriskipan fólkakirkjunnar.
Stk. 2. Biskupur hevur umsjón við sóknarprestunum og embætisførslu teirra.
§ 13. Biskupur hevur umsorgan fyri kirkjuliðunum
Stk. 2. Biskupur hevur umsjón við kirkjuráðunum
Stk. 3. Biskupur hevur umsorgan fyri einleika kirkjunnar.
§ 14. Biskupur vígir sóknarprest, innsetir próst og vígir biskup.
Stk. 2. Biskupur vígir kirkjur fólkakirkjunnar.
Løggilding og eftirlit
§ 15. Løgmaður løggildir bíbliutýðing eftir tilmæli frá landsstýrismanninum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin setir breitt samansetta nevnd til at evna tilmælið.
§ 16. Løgmaður løggildir ritual, altarbók og sálmabók eftir tilmæli frá biskupi um landsstýrismannin.
Stk. 2. Biskupur fær tilmæli frá einari serligari nevnd, ið er sett til høvið.
Stk. 3. Biskupur setir nevnd til hvørt høvi sær. Í nevndini sita ein próstur, eitt umboð fyri prestafelagið og tvey leikfólk, ið felagið fyri kirkjuráðslimir vísir á.
§ 17. Biskupur kann góðkenna lestrarbøkur.
§ 18. Staðfestir biskupur, at sóknarprestur í boðanini ella á annan hátt setir til viks læru fólkakirkjunnar, kann hann taka stig til, at málið verður viðgjørt sum lærumál.
Stk. 2. Kæra um biskup, fyri at seta til viks læru fólkakirkjunnar, verður løgd fyri landsstýrismannin.
§ 19. Landsstýrismaðurin ger av eftir samráðing við biskup, um mál skal verða viðgjørt sum lærumál. Biskupur kann krevja, at eitt mál verður viðgjørt.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin setir, eftir samráðing við biskup, eina nevnd til hvørt høvi sær at fyrireika, viðgera og tilmæla lærumál. Nevndin hevur fimm limir.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um, hvussu fyrireiking, viðgerð og niðurstøður hjá nevndini, sbrt. stk. 2, skulu vera.
Gildiskoma o.a.
§ 20. Hendan løgtingslóg kemur í gildi ólavsøkudag 2007. Samstundis fer úr gildi lóg nr.729 frá 6. november 1990 “om oprettelse af Færøernes stift”, og § 23, litra c, seinasta pkt. í “Kongelig anordning nr. 232 af 25. maj 1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om menighedsråd”
Stk. 2. Formaðurin í Felagnum fyri Kirkjuráðslimir umboðar kirkjuráðini í stiftsstjórnini, til val at velja lim at umboða kirkjuráðini í stiftsstjórnini, sbr. § 6 stk. 3, hevur verið. Valið skal verða hildið innan 1. mars 2008.
Tórshavn, 7. juni 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Jógvan á Lakjuni (sign.)
Lm. nr. 121/2006