Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. mai 2000Nr. 60
Løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020
1. Partur
Umboðsmaðurin og Løgtingið
§ 1. Løgtingið velur ein uttantingsmann fyri eitt 5 ára skeið at hava innlit við fyrisiting heimastýrisins.
2. stk. Doyr umboðsmaðurin í embætistíð síni ella er hann av øðrum orsøkum ikki førur fyri at røkja starv sítt, ger formansskapur Løgtingsins av, hvør skal røkja starvið, til Løgtingið velur ein nýggjan umboðsmann. Tað sama er galdandi, um umboðsmaðurin biður um at verða loystur úr starvi, ella um Løgtingið loysir hann úr starvi smb. stk. 3.
3. stk. Hevur Løgtingið ikki longur álit á umboðsmanninum, kunnu tveir triðingar av løgtingsmonnunum loysa hendan úr starvi.
§ 2. Umboðsmaðurin, ið ikki kann sita á Løgtingi ella í kommunustýri, skal so vítt gjørligt hava løgfrøðiliga útbúgving.
§ 3. Við løgtingslóg kunnu verða gjørdar almennar reglur fyri virksemi umboðsmansins. Annars er umboðsmaðurin í starvi sínum óheftur av Løgtinginum.
2. Partur
Heimildir
§ 4. 1) Virksemið umboðsmansins fevnir um alla fyrisiting heimastýrisins (t.e. lands- og kommunalu), og viðurskifti hjá børnum á privatum stovnum v.m., hvørs uppgávur beinleiðis viðvíkja børnum.
2. stk. 1) Lógin er eisini galdandi fyri feløg, stovnar, felagsskapir v.m., ið verða roknað við til almennu fyrisitingina sambært fyrisitingarlógini, lógini um alment innlit ella lógini um viðgerð av persónsupplýsingum.
3. stk. Í meting sínari av kommunalari umsiting skal umboðsmaðurin vísa atlit til tær serligu umstøður, kommunufyrisiting virkar undir.
4. stk. Interkommunalir felagsskapir eru undirlagdir virksemi umboðsmansins.
5. stk. Virksemi umboðsmansins fevnir ikki um ríkismyndugleikar, Løgtingið og stovnar undir Løgtinginum.
§ 5. Umboðsmaðurin hevur eftirlit við, at tær í § 4 nevndu umsitingareindir ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum.
3. Partur
Kærumál og egin mál
§ 6. Ein og hvør kann senda umboðsmanninum klagu um tær í § 4 nevndu umsitingareindir.
2. stk. Tann, ið klagar, skal navngeva seg í klaguni. Klagan skal vera umboðsmanninum í hendi í seinasta lagi eitt ár eftir, at tey viðurskifti, ið klagað verður um, áttu sær stað.
3. stk. Klaga um avgerðir, ið møguligur hægri umsitingarmyndugleiki kann broyta, kann ikki sendast umboðsmanninum, fyrr enn viðkomandi hægri myndugleiki hevur tikið avgerð í málinum. Freistin, ið er nevnd í 2. stk., skal í slíkum førum roknast frá tí degi, hægri myndugleikin tekur avgerð sína.
4. stk. Umboðsmaðurin tekur støðu til, um grundarlag er fyri víðari kanningum í máli, ið klagað verður um.
5. stk.Umboðsmaðurin kann sjálvur taka eitt mál til viðgerðar og fremja neyðugar kanningar í hesum sambandi.
Stk. 6. 1) Umboðsmaðurin kann kanna viðgerðina hjá myndugleikunum av útvaldum málum.
Stk. 7. 1) Umboðsmaðurin kann kanna allar stovnar, myndugleikar og tænastustøð, sum eru fevnd av virkisøkinum hjá umboðsmanninum.
4. Partur
Kanningar
§ 7. 1) Ger umboðsmaðurin av at taka eina klagu til viðgerðar, skal hann beinanvegin kunna viðkomandi umsiting um innihaldið í klaguni, um ikki vandi er fyri, at hetta kann darva kanningini. Harumframt skal umsitingin biðjast um ummæli í málinum, áðrenn umboðsmaðurin tekur avgerð um at gera vart við meting sína av málinum smb. § 10, stk. 2. Umboðsmaðurin kann áseta tíðarfreist til ummæli.
§ 8. Tær í § 4 nevndu umsitingar hava skyldu at geva umboðsmanninum tær upplýsingar og at leggja fram øll tey skjøl, sum hesin embætis vegna krevur at fáa fyrilagt.
2. stk. Umboðsmaðurin kann stevna fólki í rættin at vitna um viðurskifti, ið eru avgerandi í kanningararbeiðinum. Í slíkum førum eru reglurnar í rættargangslógini galdandi. Rættarfundirnir eru ikki almennir. Tann, ið klagan viðvíkur, hevur saman við hjáseta rætt at vera hjástaddur, meðan slík vitnisførsla fer fram.
3. stk. Umboðsmaðurin hevur rætt til at vitja støð, ið kannað verða, og hann hevur fría atgongd til at gera kanningar í øllum neyðugum hølum.
Stk. 4. 1) Metir umboðsmaðurin tað vera neyðugt, kann hann uttan rættarúrskurð kanna privatar stovnar v.m., hvørs uppgávur beinleiðis viðvíkja børnum, sbrt. § 4, stk. 1.
§ 9. Umboðsmaðurin hevur tagnarskyldu um tey viðurskifti, hann í virksemi sínum fær kunnleika til. Tagnarskyldan stendur við, eftir at umboðsmaðurin fer úr starvi, og fevnir eisini um starvsfólk á umboðsmansstovninum.
5. Partur
Niðurstøður
§ 10. Kemur umboðsmaðurin til ta niðurstøðu, at álvarsligt mistak ella vansketni er framt av einum av teimum í § 4 nevndu umsitingum, skal umboðsmaðurin boða formansskapi Løgtingsins, løgmanni og viðkomandi landsstýrismanni og /ella kommunustýri frá hesum og koma við tilmæli til teirra.
2. stk. Umboðsmaðurin hevur rætt til alment at finnast at, koma við tilmælum, og á annan hátt gera vart við meting sína av máli, hann hevur kannað.
Stk. 3. 2) Umboðsmaðurin kann mæla viðkomandi myndugleikum til, at fríur rættargangur verður givin sbrt. retsplejeloven for Færøerne §§ 353-365 í málum, sum hava verið viðgjørd eftir hesi lóg.
§ 11. Umboðsmaðurin letur Løgtinginum ársfrágreiðing um arbeiðið sítt. Frágreiðingin verður almannakunngjørd áðrenn 1. juli.
2. stk. Boðar umboðsmaðurin Løgtinginum, landstýrismanni ella kommunustýri frá einum máli, ella tekur hann eitt mál við í ársfrágreiðing sína, skal hann upplýsa um, hvat viðkomandi hevur ført fram til verju sína.
§ 12. Rakar umboðsmaðurin við lýti í galdandi lógum, fyriskipanum ella umsitingarligum avgerðum, skal umboðsmaðurin boða Løgtingi og viðkomandi landsstýrismanni frá hesum. Er talan um viðurskifti, ið viðvíkja kommunalari ella interkommunalari umsiting, skal umboðsmaðurin eisini boða viðkomandi kommunustýri frá.
Stk. 2. 1) Umboðsmaðurin hevur eftirlit við, um galdandi lógir og fyrisitingarligar ásetingar eru sambæriligar við altjóða skyldur at tryggja barnarættindi, herundir sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi hjá børnum. Rakar umboðsmaðurin við lýti í hesum sambandi, skal umboðsmaðurin boða Løgtingi og viðkomandi landsstýrismanni frá hesum. Er talan um lýti í ásetingum, ásettar av eini kommunu, skal umboðsmaðurin boða viðkomandi kommunustýri frá.
§ 13. Um umboðsmaðurin krevur tað, kunnu dómstólarnir vísa frá sær privatmál móti umboðsmanninum vegna avgerðir, sum hann tekur við grundarlagið í hesi lóg.
6. Partur
Lønar- og eftirlønarviðurskifti
§ 14. Lønarviðurskifti umboðsmansins, herundir eisini spurningin um eftirløn og bíðipening, verða ásett við løgtingslóg.
2. stk. Umboðsmaðurin kann ikki, uttan við loyvi Løgtingsins, vera í starvi hjá almennum ella privatum fyritøkum, virkjum ella stovnum.
3. stk. Møguligur spurningur um ógegni umboðsmansins í ávísari søk verður lagdur fyri formansskap Løgtingsins, sum, um mett verður, at talan er um ógegnið, útnevnir annan at viðgera hetta ávísa mál.
§ 15. Umboðsmaðurin kann krevja at verða loystur úr starvi við seks mánaða freist at galda frá seinasta degi í einum mánaði.
7. Partur
Fyrisiting
§ 16. Umboðsmaðurin setir og loysir úr starvi starvsfólk síni.
§ 17. Tær útreiðslur, ið standast av umboðsmansstovninum, verða játtaðar á Løgtingsins fíggjarlóg.
2. stk. Umboðsmaðurin ger roknskap fyri virksemi stovnsins, hesin skal vera grannskoðaður av grannskoðara Løgtingsins.
8. Partur
Ígildisreglur
§ 18. Henda lóg kemur í gildi 1. januar ár 2001.
2. stk. Klagur um viðurskifti í tíðarskeiðinum 1. januar 2000 og til henda lóg kemur í gildi, kunnu kortini leggjast fyri umboðsmannin til viðgerðar.
Tórshavn, 10. mai 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
1) Broytt við løgtingslóg nr. 157 frá 20. desember 2013, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. § 1, nr. 2–4 koma í gildi dagin eftir, at henda løgtingslóg er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 1, 5 og 6 koma í gildi 1. oktober 2014.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, har § 79 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.”