22. mai 2023Nr. 60
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum
(Yvirtøka av málsøkjunum sjóuppmerking og vitaverk)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 12. desember 2018, verður í § 1, stk. 2, nr. 18 “, sjóuppmerking og vitaverk” strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2024.
Í Tinganesi, 22. mai 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 91/2022