27. apríl 2001Nr. 60
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðulsskipan verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2, stk. 1, nr. 3, verða orðini “hava møguleika at” strikað.
2) § 2, stk. 1, nr. 5, verður strikað.
3) Í § 6 verða orðini “sbr. § 4, stk. 1 og 2” broytt til: “sbr. § 4, stk. 1, 2 og 3”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2001.
Tórshavn, 27. apríl 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður