Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. mai 1997Nr. 61
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling v. m.
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v. m. við seinni broytingin verður gjørd henda broyting:
1) § 2 verður orðað soleiðis :
“§ 2. Loyvi frá landsstýrinum krevst til at byggja, gera til, umskipa, víðka, keypa ella reka støð til alivirksemi. Til alivirksemi uttan alistøð krevst eisini loyvi frá landsstýrinum.
Stk. 2. Landsstýrið kann í loyvinum seta nærri fylgistreytir.
Stk 3. Alivirksemið sambært hesi lóg kann bert fara fram á alistøðum, sum hava loyvi firá landsstýrinum til alivirksemi eftir stk. 1. Fyri at reka alistøð í Føroyum krevst, at eigararnir eru:
a) Einkultpersónar, einkultpersónar í felagsskapi sum hefta persónligt, solidariskt og beinleiðis og sum lúka treytirnar í stk. 4,
b) ella feløg, sum lúka treytirnar í stk. 5.
Stk. 4. Eigararnir sambært stk. 3 skulu hava fast tilknýti til Føroyar, allir skulu vera skrá settir í fólkayvirlitinum seinastu tvey árini, og allir skulu vera fult skattskyldugir í Føroyum.
Stk. 5. Um eigararnir sambært stk. 4 eru skipaðir í felag, skal tað lúka fylgjandi treytir:
a) Felagið skal vera partafelag, smápartafelag ella lutafelag. Er talan um partafelag ella smápartafelag, skulu partabrøvini vera navnapartabrøv.
b) Eigararnir av í minsta lagi 2/3 av ognarpeninginum, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum í felagnum, skulu lúka treytirnar í stk. 4.
c) Um broytingar eru farnar fram í ognar- og avgerðarrættindaviðurskiftunum, skal felagið skrivliga geva Føroya landsstýri upplýsingar um hesar.
Stk. 6. Persónar og feløg, sum hava rikið alistøð áðrenn henda lóg kemur í gildi, kunnu halda áfram við virksemi sínum hóast ásetingarnar í stk. 3-5.
Stk 7. Landsstýrið kann í heilt serligum føram gera undantøk viðvíkjandi treytunum sambært hesi grein.”
§ 2
Henda lóg fær gildi frá tí degi, lógaruppskotið er lagt fram á Føroya Løgtingi.
Stk. 2. Samstundis fer danski teksturin í lóg nr. 70 frá 9. juni 1988 við seinni broytingum úr gildi.
Tórshavn, 14. mai 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Ivan Johannesen (sign.)