Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 23-05-2012
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2012 A - Hefti 21 A frá 23. mai 2012
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

15. mai 2012Nr. 61

Løgtingslóg um tilbúgving

(Tilbúgvingarlógin)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Kapittul 1

Endamál

§ 1. Endamálið við tilbúgvingini er at fyribyrgja, avmarka og bøta um skaða á fólk, djór, umhvørvi, virði og ognir í sambandi við skaðahendingar ella vanlukkur, ella tá hóttandi vandi er fyri hesum, og at tryggja, at virkisførið í samfelagnum minst møguligt verður skert ella fer til grundar, orsakað av skaðahendingum ella vanlukkum.

Kapittul 2

Landstilbúgvingin

Virkisøki

§ 2. Hvør landsstýrismaður skal, fyri sítt ábyrgdarøki, hava eina tilbúgving samsvarandi ásetingunum í § 1.

§ 3. Landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum samskipar tilrættisleggingina av tilbúgvingini og skal á tann hátt tryggja eina samvirkandi tilbúgving fyri alt landið og veitir myndugleikum, kommunum og fyritøkum ráðgeving.

Tilbúgvingarráðið

§ 4. Skipað verður eitt Tilbúgvingarráð, sum skal ráðgeva landsstýrismonnum í tilrættisleggingini av tilbúgvingini. Landsstýrismenn leggja týðandi tilbúgvingarmál og øll uppskot til lógir og kunngerðir viðvíkjandi tilbúgving fyri Tilbúgvingarráðið til ummælis. Tilbúgvingarráðið kann eisini av sínum eintingum taka tilbúgvingarmál upp til viðgerðar.

Stk. 2. Í Tilbúgvingarráðnum eru 8 fastir limir. Landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum tilnevnir eitt umboð fyri samskipan av tilrættislegging av tilbúgving, sum er formaður, eitt umboð fyri MRCC Tórshavn og eitt umboð fyri kommunurnar eftir tilmæli frá Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag. Viðkomandi landsstýrismenn tilnevna eitt umboð fyri heilsutilbúgvingina og eitt umboð fyri umhvørvisvernd. Í Tilbúgvingarráðnum sita eisini Føroya Landfúti, sum er næstformaður, landslæknin og landsdjóralæknin. Umboð fyri aðrar partar manna ráðið, tá tørvur er á tí.

Stk. 3. Tilbúgvingarráðið ásetir sjálvt sína starvsskipan.

Bjargingarfeløg og onnur sjálvboðin

§ 5. Hvør landsstýrismaður avger, fyri sítt ábyrgdarøki, hvørjar uppgávur bjargingarfeløg og onnur sjálvboðin kunnu røkja í landstilbúgvingini.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum samskipar tilrættisleggingina av samstarvinum millum ábyrgdarpartarnar í landstilbúgvingini og bjargingarfeløg og onnur sjálvboðin.

§ 6. Landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum verður heimilað, í kunngerð, at áseta nærri reglur um stuðul til bjargingarfeløg og aðrar sjálvbodnar felagsskapir.

Eftirlit

§ 7. Landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum hevur eftirlit við, at kommunur halda reglurnar í lógini og reglur, ásettar við heimild í lógini.

Kapittul 3

Kommunala tilbúgvingin

Virkisøki

§ 8. Kommunala tilbúgvingin skal, við fyriliti til váðan í kommununi, vera før fyri at fyribyrgja, avmarka og bøta um skaða á fólk, djór, umhvørvi, virði og ognir í sambandi við skaðahendingar ella vanlukkur, ella tá hóttandi vandi er fyri hesum. Kommunala tilbúgvingin skal eisini vera før fyri at taka ímóti, hýsa og í neyðugan mun kostarhalda bráðfluttum og fólki, sum orsakað av neyðstøðu eru komin illa fyri.

Stk. 2. Kommunur kunnu, heilt ella fyri ein part, vera felags um kommunala tilbúgving. Avtalur um felags kommunala tilbúgving skulu góðkennast av kommunala eftirlitinum sbrt. § 51 í løgtingslóg um kommunustýri.

§ 9. Tá tað er neyðugt, orsakað av stødd ella vavi á skaðahending ella vanlukku, skal kommunal tilbúgving veita hjálp til aðra kommunala tilbúgving, uttan so, at tørvur er á manning og amboðum aðrastaðni samstundis.

Stk. 2. Um so er, at eingin avtala er gjørd frammanundan um endurgjald, skulu tær beinleiðis útreiðslur, ið standast av at veita hjálp, verða endurgoldnar av teirri kommunu, sum hevur biðið um hjálpina. Stk. 3. Ósemjur um endurgjald verða avgjørdar av landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum.

§ 10. Landið skal veita kommunalu tilbúgvingini  hjálp, tá tað er neyðugt, orsakað av slagi, stødd ella vavi á skaðahending ella vanlukku.

§ 11. Landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum verður heimilað, í samráð við kommunurnar, í kunngerð at áseta nærri reglur um vavið á uppgávunum, sum kommunalu tilbúgvingarnar skulu røkja, og um tilbúgvingarliga samstarvið millum kommunur og millum landið og kommunurnar sbrt. §§ 8, 9 og 10.

Skipan av tilbúgvingini í kommunum

§ 12. Kommunustýrið hevur ábyrgdina av tilbúgvingini í kommununi.

Stk. 2. Kommunan skal seta eina Tilbúgvingarnevnd til fyrisiting av kommunalu tilbúgvingini.

Stk. 3. Kommunan skal seta ein tilbúgvingarleiðara, ið hevur rakstrar- og átaksábyrgdina av kommunalu tilbúgvingini.

Stk. 4. Í Tilbúgvingarnevndini situr borgarstjórin, sum er formaður, tilbúgvingarleiðarin, eitt umboð fyri Føroya Landfúta og ein meiriluti, tilnevndur av kommunustýrinum.

Stk. 5. Kommunur, sum eru felags um kommunala tilbúgving, skulu hava felags Tilbúgvingarnevnd og felags tilbúgvingarleiðara. Í felags Tilbúgvingarnevndini situr ein meiriluti, sum kommunustýrini tilnevna, felags tilbúgvingarleiðarin og eitt umboð fyri Føroya Landfúta. Borgarstjóri er formaður.

Tilbúgvingarætlanir

§ 13. Kommunan skal, við støði í eini váðameting, gera eina tilbúgvingarætlan, sum í minsta lagi skal fevna um:

1)   bygnað, skipan og innihald í kommunalu tilbúgvingini,

2)   útgerð, ið skal vera tøk,

3)   reglur um setan av manning, virkisøki, herundir átaksleiðslu og førleikakrøv til manningina,

4)   fráboðanar- og tilkallingarhátti eftir manningini,

5)   uppmøtingartíð hjá tilbúgvingini,

6)   venjingar hjá tilbúgvingini,

7)   vatnveiting og vatntøkustøð til eldsløkking,

8)   reglur um endurskoðan av tilbúgvingarætlanini,

9)   yvirlit yvir útgerð og skipanir hjá teimum, sum hava egintilbúgving í kommununi,

10) venjing, samstarv o.a. við tey, sum hava egintilbúgving í kommununi.

Stk. 2. Tilbúgvingarætlanin skal leggjast fyri kommunustýrið til samtyktar.

Stk. 3. Uppskot til tilbúgvingarætlan og endurskoðan av ætlanini skal sendast landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum til viðmerkingar. Endaligar tilbúgvingarætlanir og endurskoðanir av ætlanini skulu sendast landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum til kunningar.

Vatnveiting

§ 14. Kommunan hevur skyldu at síggja til, at í hvørjum parti av kommununi við búsetingum, virkjum, virksemi o.ø. er nóg góð vatnveiting til eldsløkkingar, og at neyðturviligir koyrivegir eru í økinum.

Stk. 2. Kommunan ber útreiðslurnar av at seta upp, umsita og halda vatntøkustøð.

Kapittul 4

Virksemistilbúgving

§ 15. Tey, sum við sínum virksemi kunnu elva skaða á fólk, djór, umhvørvi, virði og ognir, skulu hava egintilbúgving. Tey, sum skulu hava egintilbúgving, bera sjálvi útreiðslurnar av egintilbúgvingini.

Stk. 2. Tilbúgvingarætlan fyri egintilbúgvingina skal sendast kommunalu tilbúgvingini og landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum.

§ 16. Fyri at tryggja, at virkisførið í samfelagnum minst møguligt verður skert ella fer til grundar, orsakað av skaðahendingum ella vanlukkum, kann viðkomandi landsstýrismaður áleggja teimum, sum hava virksemi, sum hevur týdning fyri virkisførið, at skipa fyri serstøkum tiltøkum við atliti at vørum, tænastum, framleiðslugøgnum o.ø., sum er partur av vanliga virksemi teirra.

Stk. 2. Hava kravboð eftir stk. 1 við sær fíggjarligt tap, skal landið rinda endurgjald eftir vanligum reglum. Endurgjald kann ikki krevjast, um kostnaðurin av at fremja kravboðini kann fíggjast við ásetan av prísi fyri viðkomandi vøru ella tænastu. Tey, sum hava virksemi, skulu ikki av hesum vera verri fyri enn onnur í somu vinnugrein.

Kapittul 5

Samstarv

§ 17. Landsstýrismenn, kommunur og fyritøkur kunnu gera avtalur sínámillum og við onnur, sjálvboðin sum vinnulig, um samstarv og skipan av tilbúgvingini.

§ 18. Allir partar í tilbúgvingini hava skyldu at samstarva.

Kapittul 6

Átøk og heimildir

§ 19. Landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum verður heimilað í kunngerð at áseta nærri reglur um útbúgving av tilbúgvingarmanning, seta krøv til førleika hjá tilbúgvingarmanning og at áseta nærri reglur um einsháttað sløg av útgerð og seta dygdarkrøv til útgerð.

§ 20. Landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum verður heimilað at áseta nærri reglur um skipan og leiðslu á skaðastaðnum.

§ 21. Samlaða átakið á landi og á vøtnum verður samskipað av løgregluni.

§ 22. Samlaða átakið á sjónum verður samskipað av MRCC Tórshavn.

§ 23. Kommunali tilbúgvingarleiðarin, ella átaksleiðarin vegna hann, skal, tá tað verður mett neyðugt í sambandi við uppgávur sbrt. § 8, senda boð eftir hjálp frá aðrari kommunalari tilbúgving, og um neyðugt senda boð eftir hjálp frá landstilbúgvingini.

§ 24. Átaksleiðarin á skaðastaðnum kann krevja, at almenn og privat útgerð og flutningstól verða latin til nýtslu í átakinum.

Stk. 2. Tann, sum sbrt. stk. 1 hevur latið útgerð ella flutningstól til nýtslu í átakinum, hevur rætt til endurgjald fyri skjalprógvaðar útreiðslur.

§ 25. Kommunala tilbúgvingin og landstilbúgvingin hava, tá átaksleiðarin á skaðastaðnum heldur tað vera neyðugt, uttan rættarúrskurð, rætt til at taka seg inn á privata ogn, um neyðugt við at bróta niður og taka burtur forðingar.

Stk. 2. Eisini hava kommunala tilbúgvingin  og landstilbúgvingin rætt til at taka niður bygningar ella taka burtur forðingar, tá ið átaksleiðarin á skaðastaðnum heldur tað vera neyðugt til at steðga skaðanum.

Stk. 3. Skaði, sum er íkomin av kommunalu tilbúgvingini ella landstilbúgvingini í sambandi við eldsløkking, verður roknaður sum eldskaði.

§ 26. Tá skaðahending ella vanlukka er, hava kommunala tilbúgvingin og landstilbúgvingin rætt til at nýta vatn í brunnum, vatnleiðingum og øðrum, har vatn er. Samsýning kann ikki verða kravd fyri tað vatn, sum kommunala tilbúgvingin ella landstilbúgvingin brúkar.

§ 27. Tilbúgvingarmanning skal, í sambandi við átøk, geva sær far um, hvussu skaði ella vanlukka er íkomin. Verður okkurt illgrunavert funnið, skal beinanvegin boðast løgregluni frá, og um til ber, skulu prógv fyri hesum varðveitast.

§ 28. Kommunala tilbúgvingin og landstilbúgvingin skulu skráseta átøk eftir felags leisti, sum landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum ásetir.

Kapittul 7

Skyldur

§ 29. Hvør tann, ið verður varugur við skaðahending ella vanlukku, ella umstøður, ið vísa, at hóttandi vandi er fyri skaðahending ella vanlukku, skal alt fyri eitt siga teimum frá, sum eru hótt av vanda, senda boð eftir hjálp og royna at byrgja fyri vandanum.

§ 30. Tann, ið er hjástaddur skaðahending ella vanlukku, skal, tá ið átaksleiðarin á skaðastaðnum krevur tað, taka lut í hjálpararbeiðinum.

Stk. 2. Tann, sum sbrt. stk. 1 hevur verið uppi í hjálpararbeiðinum, hevur rætt til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, sum prógv verður veitt fyri.

§ 31. Øll hava skyldu at gera eftir boðum frá kommunalu tilbúgvingini og landstilbúgvingini.

Stk. 2. Øll hava skyldu til at virða byrging í sambandi við eitt átak og at lýða boðum frá løgregluni, ella kommunalu tilbúgvingini ella landstilbúgvingini, um at fara av avbyrgda økinum ella vegum til og frá skaðastaðnum.

Stk. 3. Øll hava skyldu til, eftir boðum um bráðflyting, at fara av skaðaraktum øki ella tilhaldi, og fara eftir ávístu leið til annað tilhaldsøki ella hýsingarstað.

§ 32. Viðkomandi landsstýrismaður kann áleggja øllum skyldu til at geva upplýsingar, sum eru neyðugar, fyri at leggja til rættis tilbúgvingina á egnum ábyrgdarøki.

§ 33. Landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum kann frá øllum krevja upplýsingar um, hvørji tilbúgvingarlig tiltøk eru sett í verk, ella ætlanir eru um at seta í verk, umframt upplýsingar, sum vera mettar neyðugar til at fremja uppgávurnar í tilbúgvingini.

Kapittul 8

Fyribyrging o.a.

§ 34. Bygging av bygningum og pørtum av bygningum, sum eru fevndir av byggilógini, koma bert undir ásetingarnar í kap. 8 í hesi lóg í tann mun, at bygningurin verður nýttur til virksemi, fevnt av § 37 í hesi lóg.

§ 35. Landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum verður heimilað í kunngerð at áseta nærri reglur um atgerðir, sum skulu setast í verk, tá tiltøk eru, innandura sum uttandura, fyri at fyribyrgja skaða á fólk, djór, umhvørvi, virði og ognir.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum kann gera av, at tá tiltøk eru, skal vaktarhald vera, sum kommuna stendur fyri, og sum fyriskiparin skal gjalda fyri eftir taksti, sum kommuna ásetir. Tann, sum hevur vaktarhald, skal hava hóskandi samleikaprógv, og kann vera til staðar uttan rættarúrskurð.

§ 36. Landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum verður heimilað, í kunngerð, at áseta nærri reglur um:

1)   nýtslu av eldi og ljósi,

2)   goymslu, flutning og nýtslu av eldfimum ella spreingikvæmum føstum, flótandi ella luftvornum evnum,

3)   staðseting, innrætting og skipan av virksemi, har eldfim ella spreingikvæm føst, flótandi ella luftvorin evni verða goymd, nýtt ella framleidd,

4)   innrætting og nýtslu av eldstøðum og øðrum útbúnað til hita, ljós og kraft,

5)   tiltøk, sum verða hildin neyðug til at byrgja fyri eldvanda, eldspjaðing og til tryggingar av fullgóðum rýmingar-, bjargingar- og sløkkingarmøguleikum, um eldur kemur í.

Stk. 2. Landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum verður heimilað, í kunngerð, at áseta nærri reglur um, at kommunur kunnu taka avgerð eftir teimum reglum, sum verða gjørdar sambært stk. 1.

Eldhættisligt virksemi

§ 37. Til at seta á stovn virksemi, har ið verða goymd, framleidd, viðgjørd, handfarin ella nýtt spreingikvæmir, eldfimir ella eldførir løgir, ella luftevni ella onnur vandaevni, krevst loyvi frá landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum. Sama er, tá ið tað snýr seg um umbyggingar, umvælingar, økingar, niðurtøku ella broytingar í rakstrinum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum kann krevja, at neyðug tiltøk verða sett í verk til tess at byrgja fyri eldvanda, eldspjaðing ella spreinging, ella til tryggingar av fullgóðum rýmingar-, bjargingar- og sløkkingarmøguleikum, um eldur kemur í, ella um óhapp stendst av vandamiklum evnum.

Skipan av virksemi

§ 38. Til tess at byrgja fyri eldvanda, eldspjaðing ella spreinging, ella til tryggingar av fullgóðum rýmingar-, bjargingar- og sløkkingarmøguleikum, um eldur kemur í, ella um óhapp stendst av vandamiklum evnum, kann landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum gera av, at neyðug tiltøk verða sett í verk í sambandi við nýtslu og skipan av virkseminum í ný- og verandi bygningum og mannaverkum annars,

1)   har serligur trygdarligur vandi kann verða orsakað av eldi, vandamiklum ella dálkandi evnum,

2)   har fólk koma, ella

3)   har stór virði eru hótt av oyðing.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum kann eisini seta krøv um útvegan av sjálvvirkandi ávaringar- og sløkkiskipanum.

Brunasýning

§ 39. Landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum skal regluliga sýna virksemi, sum er fevnt av § 37, og kann altíð sýna bygningar og mannaverk annars, har

1)   serligur trygdarligur vandi kann verða orsakað av eldi, vandamiklum ella dálkandi evnum,

2)   har fólk koma, ella

3)   har stór virði eru hótt av oyðing.

Stk. 2. Landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum verður heimilað, í kunngerð, at áseta nærri reglur um brunasýn, og í hvønn mun kommunur skulu sýna bygningar, mannaverk o.a.

Stk. 3. Brunasýn, sbrt. stk. 1 og 2, kann verða framt uttan rættarúrskurð. Tann, sum fremur brunasýn, skal vísa hóskandi samleikaprógv.

Stk. 4. Vísir sýnið, at viðurskifti eru, sum kunnu elva til serligan vanda við atliti at brunatrygd, kann eftirlitsmaðurin forbjóða virkseminum ella forbjóða, at bygningar ella partar av bygningi, hølum ella mannaverki verða nýtt, til bøtt er um brekið, og sýnið vísir, at hetta er gjørt á fullgóðan hátt.

Stk. 5. Hevur brekið minni upp á seg, verður skrivliga álagt at bøta um brekið innan ávísa freist.

Stk. 6. Tey sbrt. stk. 4 settu forboð og krøv skulu skjótast gjørligt skrivliga boðast eigaranum ella teimum, sum beinleiðis varða av nýtsluni.

Kapittul 9

Alment

Kæra

§ 40. Landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum verður heimilað í kunngerð at áseta nærri reglur um kæru, herundir at leggja kærumyndugleikan til eina kærunevnd, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.

Kapittul 10

Revsiásetingar

§ 41. Er ikki hægri revsing ásett í aðrari lóggávu, verður við bót revsaður tann,

1)   sum ikki er nóg varin við eldi, ljósi, eldførispinnum, øsku, eldfimum evnum og øðrum, sum annars kann elva til eld, ella ikki ansar eftir, at fólk, sum hoyra til húski hansara ella virki, eru nóg varin, og

2)   ið sum eigari ella nýtari av elektriskum útbúnaði ella øðrum ljós-, kraft- ella maskinútbúnaði, sum kann elva til eld, nýtir slíkan útbúnað, ella letur hann nýta, hóast hann ikki er í fullgóðum standi.

Stk. 2. Á sama hátt verður revsaður tann,

1)   ið sum eigari ella brúkari ikki á fullgóðan hátt heldur eldstaðir ella roykrør frá hesum rein,

2)   eigari, ið ikki á fullgóðan hátt heldur skorsteinar, eldstaðir ella roykleidningar í góðum standi, og

3)   ið sum brúkari ikki á fullgóðan hátt heldur skorsteinar, eldstaðir ella roykleidningar í góðum standi, um hann ikki sum skjótast, aftaná at hann er vorðin kunnigur við brekið, hevur sagt eigaranum ella kommunalu tilbúgvingini frá hesum.

§ 42. Er ikki hægri revsing ásett í aðrari lóggávu, verður tann revsaður við bót, ið

1)   brýtur § 29 ella § 31, stk. 2,

2)   sum ikki ger eftir boðum ella forboðum sbrt. § 16, stk. 1, § 30, stk. 1, § 31, § 32, § 33, § 37, stk. 2 ella § 38, ella

3)   sum uttan loyvi setir á stovn, umbyggir, umvælir, økir, tekur niður ella broytir raksturin av virksemi sbrt. § 37, stk. 1.

Stk. 2. Revsingin kann herðast til fongsul upp í 4 mánaðir, um brotið er framt við vilja ella av grovum ósketni, og um tað við brotinum er

1)   voldur skaði á fólk, djór, umhvørvi, virði ella ognir ella elvdur vandi fyri hesum, ella

2)   fingin ella ætlaður peningaligur fyrimunur fyri viðkomandi ella onnur, her uppi í við sparingum.

§ 43. Landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum kann í reglum, sum eru givnar við heimild í § 35, stk.1 og § 36, stk. 1, áseta, at brot á hesar reglur verða revsað við bót.

§ 44. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

§ 45. Mál, sum verða viðgjørd eftir reglum í hesum kapitli, ella eftir reglum, sum eru givnar við heimild í § 35, stk. 1 og § 36, stk. 1, verða viðgjørd sum politimál. Rættarmeðalin í rættargangslógarinnar kapitlum um at leggja hald á og rannsókn kunnu nýtast í sama mun sum í statsadvokatmálum.

Kapittul 11

Gildiskoma

§ 46. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2012.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a.

Stk. 3. Reglur, sum eru ásettar við heimild í løgtingslóg um eldsbruna o.a., verða verandi í gildi, til reglur, ásettar við heimild í hesi lóg, ella reglur, ásettar við heimild í aðrari lóg um somu viðurskifti, koma ístaðin, ella tær verða settar úr gildi.

§ 47. Landsstýrismaðurin skal eftir 2 árum leggja fram fyri Løgtingið frágreiðing um, hvørt lógin virkar eftir ætlan, herundir um broytingar mugu gerast í lógini.

 

 

Tórshavn, 15. mai 2012

 

Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður

 

Lm. nr. 183/2011