17. september 2004Nr. 61
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður gjørd henda broyting:
1) Í § 14, stk. 1 verða orðini “fyri avhending, ið ikki er endalig,” strikað.
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.