Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. mai 2023Nr. 61
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)
(Longd freist fyri at fáa endurrindað meirvirðisgjald av íløgum í almannagagnligt frítíðarvirksemi)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 27 frá 27. februar 2023, verður § 3 a, stk. 2 orðað soleiðis:
1. “Stk. 2. Fyri at fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið sambært stk. 1, skal:
1) talan verða um ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi, har í minsta lagi 33% av samlaða íløgukostnaðinum, meirvirðisgjald ikki íroknað, er fingin til vegar sum gáva ella við óløntum og sjálvbodnum arbeiði, sjálvbodnari innsavnan, undir hesum vanligum og staðbundnum kirkjuskatti,
2) arbeiðið, sum meirvirðisgjald kann verða endurgoldið fyri, vera byrjað eftir 1. januar 2013 og endað í seinasta lagi 5 ár eftir, at umsókn er góðkend, og
3) umsókn um endurgjald fyri inngangandi meirvirðisgjald vera móttikin av TAKS í seinasta lagi 31. desember 2027.”
2. Í § 3 c, stk. 4 verður “30. juni 2023” broytt til: “31. august 2023”.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Verkætlanir, ið eru farnar í gongd áðrenn 31. desember 2022 eru eisini fevndar av løgtingslógini.
Í Tinganesi, 22. mai 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 59/2022