Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. apríl 2001Nr. 61
Løgtingslóg um avtøku av ymsum løgtingslógum, sum broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 27. apríl 2005
(Fiskivinnumál)
§ 1. Hesar løgtingslógir verða settar úr gildi:
1) Løgtingslóg nr. 38 frá 20. mai 1988 um stuðul til bygging av fiskiførum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 85 frá 11.desember 1998.
2) Løgtingslóg nr. 41 frá 20. mai 1988 um lán/serlán til fiskifør, sum broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995.
3) Løgtingslóg nr. 102 frá 19. august 1988 um endurnýgging av fiskiskipaflotanum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 20. mai 1996.
4) Løgtingslóg nr. 46 frá 30. mars 1990 um upphøggingarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 102 frá 17. desember 1991.
5) Løgtingslóg nr. 106 frá 3. august 1990 um royndaruppboðssølu av fiski.
6) Løgtingslóg nr. 34 frá 4. mars 1993 um stuðul til feskfiskaflotan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 23. mai 1997.
7) Løgtingslóg nr. 140 frá 25. mai 1993 um stuðul til útróðrarflotan undir 20 BRT, sum broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. desember 1998.
8) Løgtingslóg nr. 48 frá 30. apríl 1996 um stuðul til ídnaðartrolarar.
9) Løgtingslóg nr. 85 frá 6. juni 1997 um endurgjald til ídnaðartrolarar fyri frátikin veiðurættindi í føroyskum sjógvi.
10) Løgtingslóg nr. 14 frá 27. apríl 1967 um landingarprís á sild.
11) Løgtingslóg nr. 62 frá 23. juni 1983 um agnstudning og agnprísir.
§ 2. Um so er, at fiskifar, ið hevur fingið lán umlagt við heimild í einum av teimum í § 1, nr. 6 og 7, nevndu løgtingslógum, skiftir eigara ella ikki verður nýtt til vinnuligan fiskiskap, fellur restskuldin til gjaldingar. Landsstýrismaðurin kann tó eftir umsókn loyva, at nýggi eigarin kann yvirtaka lánið eftir somu treytum sum undanfarni eigarin, treytað av, at fiskifarið verður nýtt til vinnuligan fiskiskap.
Stk. 2. 1) Um so er, at fiskifar verður fyri skipbroti ella søkkur, kann eigarin eftir umsókn fáa lánið flutt yvir á eitt annað fiskifar við somu treytum sum í stk. 1, treytað av, at fiskifarið verður nýtt til vinnuligan fiskiskap.
§ 3. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 27. apríl 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
1) Broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 27. apríl 2005, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. oktober 2003.”