7. juni 2007Nr. 62
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum
(Yvirtøka av málsøkjunum fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum, sum broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 12. desember 2006, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1, stk. 2, nr. 5 verður strikað.
2) Í § 1, stk. 2, nr. 19 verða orðini “Tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg,” strikað.
§ 2
Løgtingslógin fær gildi ólavsøkudag 2007.
Tórshavn, 7. juni 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 114/2006