9. mai 2019Nr. 62
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
(Heimild kommununnar at seta á stovn eldraíbúðir víðkað)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 15. desember 2014, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 13 verður orðað soleiðis:
“§ 13. Kommunurnar kunnu seta á stovn bústaðir til fólkapensjónistar.
Stk. 2. Bústaðir kunnu fevna um:
1) Røktarheim,
2) eldrasambýli,
3) umlættingarpláss, og
4) samdøgursendurvenjingarpláss.
Stk. 3. Kommunurnar kunnu harafturat seta á stovn eldraíbúðir at leiga út til borgarar, ið eru 60 ár og eldri.”
2. Í § 20, stk. 1 verður “kærunevndina í Almanna- og heilsumálum” broytt til: “kærunevndina í Almanna-, familju- og heilsumálum”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 9. mai 2019
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 101/2018