Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. juni 1988Nr. 62
Løgtingslóg um ávísar skúlar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 3. apríl 2001
§ 1. 1) Landsstýrismanninum verður heimilað at seta á stovn niðanfyri nevndu nýggju útbúgvingar.
2. stk. 1) 2) 3) Landsstýrismanninum verður heimilað at fara undir projektering og bygging av skúlabygningum til niðanfyri nevndu verandi útbúgvingar og komandi útbúgvingar:
1) Gymnasiala útbúgving á Kambsdali.
2) Gymnasiala útbúgving í Klaksvík í Norðuroyggjum.
3) Gymnasiala útbúgving í Vági í Vágs kommunu í Suðuroy.
4) Sjóvinnuskúla í Hovi í Hovs kommunu í Suðuroy.
5) Yrkisskúla fyri fiskaídnað og havbúnað í Vestmanna í Norðurstreymoy við deild í Vágum.
6) Yrkisskúla fyri fiskaídnað og havbúnað í Runavík í Eysturoy.
7) Maskinskúla í Tórshavn.
8) Skeiðháskúla á Sandi í Sandoy.
9) Sjúkrahjálparaskúla í Vágum.
§ 2. 1) Landsstýrismanninum verður heimilað at byggja næmingaheim við teir í § 1 nevndu skúlar.
2. stk. 1) Landsstýrismanninum verður heimilað saman við løgtingsins fíggjarnevnd at taka upp neyðturvilig lán til tær í hesi lóg nevndu projekteringar og byggingar.
§ 3. 1) Landsstýrismanninum verður heimilað saman við løgtingsins fíggjarnevnd at taka upp neyðturvilig lán til tær í hesi lóg nevndu projekteringar og byggingar.
§ 4. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er vorðin kunngjørd.