Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. mai 2000Nr. 62
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 7, stk. 3, nr. 2, verður orðað soleiðis:
2) Eigararnir av í minsta lagi 2/3 av eginpeninginum herundir partapeninginum, umframt ábyrgdarpeninginum, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, skulu lúka treytirnar í stk. 2.”
2) § 7, stk. 3, nr. 3, verður orðað soleiðis:
3) Føroya Landsstýri skal hava upplýsingar, tá útlendingar eiga uppií fiskifari, heimahoyrandi í Føroyum, og tá broyting fer fram í býtinum millum føroyska partin og útlendska partin av eginpeninginum, herundir partapeninginum umframt ábyrgdarpeninginum, atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, og skal góðkenna slíkar broytingar.
3) Í § 7 verður sett sum stk. 6:
“Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta treytir viðvíkjandi eginpeningi, parta- og ábyrgdarpeningi, herundir støddina av hesum í mun til íløguna, og íløguførleikan hjá eigara av fiskifari.”
4) Í § 35, stk. 1, verður sett sum 3. pkt.:
“Verður eigari av fiskifari og/ella skipari á fiskifari dømdur fyri lógarbrot, grundað á kanningar, gjørdar í havn, kann eigarin verða dømdur at rinda Fiskiveiðueftirlitinum kostnaðin av kanningunum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 10. mai 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður