Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Umhvørvis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 23-05-2005
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2014 A - Løgtingslóg 62 frá 15. mai 2014
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

15. mai 2014Nr. 62

Løgtingslóg um P/F Visit Faroe Islands, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 20. desember 2017

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Stovnan

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at stovna partafelag at røkja tær uppgávur, sum nevndar eru í § 2, og hvørs partapeningur verður innskotin av landinum.

Stk. 2. Navn felagsins er P/F Visit Faroe Islands. Landsstýrismaðurin hevur heimild til at góðkenna, at navn felagsins verður broytt.

Stk. 3. Partapeningurin verður við stovnan ásettur til kr. 500.000.

Stk. 4. Landið eigur allan partapeningin í felagnum, og partabrøv í felagnum kunnu ikki verða seld, ella á annan hátt avhendað øðrum enn landinum.

Stk. 5. Fyri felagið er lóggávan um parta- og smápartafeløg galdandi við teimum broytingum, sum fylgja av hesi lóg.

Endamál

§ 2. 1) P/F Visit Faroe Islands hevur til endamáls at samskipa, menna og marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland til tess at skapa vøkstur innan føroyska ferðavinnu.

Stk. 2. P/F Visit Faroe Islands røkir sínar uppgávur í samstarvi við ferðavinnuna í Føroyum.

Leiðsla

§ 3. Nevndin skal vera mannað við 7 limum. Limirnir skulu umboða Ferðavinnufelagið, ferðaflutningsfeløg, kommunurnar og mentanina/ítróttin.

Stk. 2. Nevndin skal vera sett saman av lyklapersónum innan ymsu økini, og nevndin skal samlað hava teir fakligu førleikar, sum skulu til fyri at røkka endamálinum í § 2.

Stk. 3. Aðalfundurin velur nevndarformannin. Aðalfundurin velur hinar nevndarlimirnar soleiðis:

1)   Eitt umboð fyri Ferðavinnufelagið, umboðandi ferðavinnuna í Føroyum, herundir gistingarhús, matstovuvinnu, ferðasmiðir v.m.

2)   Tvey umboð fyri ferðaflutningsfyritøkur

3)   Eitt umboð frá Tórshavnar Kommunu

4)   Eitt umboð fyri kommunurnar uttan fyri Tórshavnar kommunu

5)   Eitt umboð fyri mentanina ella ítróttin

6)   Eitt umboð fyri landsstýrismannin

Stk. 4. Áðrenn nevndin setur stjóra, skal landsstýrismaðurin verða kunnaður.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin góðkennir starvsskipan fyri nevnd og stjórn felagsins, eins og landsstýrismaðurin skal góðkenna samsýningina til nevnd og lønina til stjórn felagsins.

Fígging

§ 4. Felagnum verður veitt stuðul á fíggjarløgtingslógini.

Stk. 2. Virksemi felagsins kann eisini vera fíggjað við inntøkum frá ferðavinnuni í sambandi við marknaðarátøk, sum P/F Visit Faroe Islands skipar fyri.

Stk. 3. Í sáttmála millum P/F Visit Faroe Islands og landsstýrismannin verður ásett, hvussu stuðulin eftir stk. 1 kann verða nýttur.

Starvsfólkaviðurskifti

§ 5. P/F Visit Faroe Islands yvirtekur tey rættindi og tær skyldur mótvegis starvsfólkunum hjá Ferðaráði Føroya, sum sambært sáttmála ella serligari avtalu um lønar- og setanarviðurskifti eru yvirtøkudagin.

Innlit

§ 6. Løgtingslóg um innlit í fyrisitingina er galdandi fyri felagið.

Økisferðavinna o.a.

§ 7. 1) P/F Visit Faroe Islands kann í samstarvi við kommunur, kunningarstovur og privat seta í verk menningarátøk í ferðavinnuni.

Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn veita menningarverkætlanum í ferðavinnuni fíggjarligan stuðul.

Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann lata P/F Visit Faroe Islands umsita stuðulsskipanina.

Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um stuðul sbrt. stk. 1 og 2.

Gildiskoma

§ 8. Hendan løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 56 frá 26. mai 2011 um Ferðaráð Føroya.

 

 

Tórshavn, 15. mai 2014

 

Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður

Lm. nr. 143/2013

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 20. desember 2017.