Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. mai 2009Nr. 62
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 15. august 2008, verða gjørdar hesar broytingar:
§ 29, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin:
| Bólkur 2: | Partrolarar | 4.638 fiskidagar |
| Bólkur 3: | Línuskip yvir 110 tons | 3.095 fiskidagar |
| Bólkur 4 A: | Útróðrarbátar millum 15 - 40 tons | 1.393 fiskidagar |
| Bólkur 4 B: | Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu | 1.848 fiskidagar |
| Bólkur 4 T: | Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu | 1.621 fiskidagar |
| Bólkur 5: | Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu | 18.167 fiskidagar” |
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri fiskiárið, sum ásett í § 27.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi § 1, nr. 4 í løgtingslóg nr. 76 frá 15. august 2008.
Tórshavn, 25. mai 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 159/2008