26. mai 2011Nr. 62
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 9 frá 30. mars 2004, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 3 verður sum stk. 5 sett:
“Stk. 5. Dagpeningur kann somuleiðis verða veittur til foreldur, sum eru heima hjá sjúkum barni á barnsins fyrsta og øðrum sjúkradegi, um barnið er undir 14 ár. Hvørt av foreldrunum kann, sambært hesum stykki, í mesta lagi fáa dagpening í 10 dagar um árið.”
2) Í § 23 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Verður óarbeiðsføri staðfest sambært § 3, stk. 5, er váttan frá arbeiðsgevara javnsett við læknaváttan.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012.
Tórshavn, 26. mai 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 63/2010