Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
31. mai. 2010Nr. 62
Løgtingslóg um Húsalánsgrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 29. mai 2024
Kapittul 1
Endamál
§ 1. 1) Húsalánsgrunnurin hevur til endamáls:
1) at virka fyri at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað
2) at tryggja fjølbroytni á bústaðamarknaðinum, og
3) at stuðla upp undir Veðurlagspolitikk Føroya at minka orkunýtsluna hjá føroyska býlishópinum.
Kapittul 2
Fyrisiting
§ 2. 2) 3) Grunnurin verður fyrisitin av einum stýri við 5 limum, sum landsstýrisfólkið tilnevnir.
Stk. 2. Stýrið skipar seg sjálvt við formanni.
Stk. 3. 2) 3) Landsstýrisfólkið tilnevnir á 2. hvørjum ári ávikavist 3 og 2 stýrislimir.
Stk. 4. Stýrið setir stjóra at hava dagligu umsitingina av grunninum. Stýrið kann eisini leggja dagligu umsitingina til ein annan almennan stovn.
Stk. 5. 3) Samsýningin til stýrislimirnar skal góðkennast av landsstýrisfólkinum.
§ 3. 3) Stýrið ger starvsskipan fyri virksemi sítt. Uppskotið til starvsskipan skal góðkennast av landsstýrisfólkinum.
§ 4. Stjórin teknar grunnin saman við einum stýrislimi. Stýrið kann veita umboðsfulltrú.
Stk. 2. Loyvt er ikki stýrislimum, stjórn og starvsfólki grunsins at reka ella taka lut í spekulasjónshandlum.
Stk. 3. 3) Veitast kann ikki stýrislimum, stjórn og starvsfólki ella grannskoðara hjá grunninum lán uttan góðkenning landsstýrisfólksins í hvørjum føri sær.
Kapittul 3
Lánisløg
§ 5. Húsalánsgrunnurin kann veita veðskuldarlán til sethús og íbúðir, har endamálið við lánunum er at fíggja endurnýggingar og umbyggingar, soleiðis at orkunýtslan minkar.
Stk. 2. 1) Øll lán skulu veðsetast innan fyri 90 % av metingarvirðinum við tinglýstum veðbrævi, ognarbrævi, skaðaloysisbrævi o.l. í somu fastogn ella við aðrari samsvarandi trygd.
Stk. 3. 3) Áðrenn lán verða veitt, ásetir landsstýrisfólkið í kunngerð reglur og treytir um lánsveiting sambært stk. 1.
§ 5 a. 1) Húsalánsgrunnurin kann veita veðskuldarlán til íbúðafeløg og íbúðastovnar, sum eru skipað sum sjálvsognarstovnar ella lutafeløg.
Stk. 2. Lán eftir stk. 1 skulu veðsetast innan fyri 80 % av metingarvirðinum við tinglýstum veðbrævi, ognarbrævi, skaðaloysisbrævi o.l. í somu fastogn ella við aðrari samsvarandi trygd.
Stk. 3. 3) Áðrenn lán verða veitt eftir stk. 1, ásetir landsstýrisfólkið í kunngerð reglur og treytir um lánsveiting.
§ 5 b. 1) 2) 3) Húsalánsgrunnurin og partafeløg sambært § 8 d, stk. 1, kunnu einsamøll ella saman við feløgum og stovnum útvega, reka og leiga út íbúðir, íbúðahús og lestrarbýlir. Húsalánsgrunnurin kann á sama hátt útvega lutaíbúðir til lutaíbúðafeløg og reka lutaíbúðir.
Stk. 2. 3) Áðrenn Húsalánsgrunnurin útvegar bústaðir eftir stk. 1, ásetir landsstýrisfólkið í kunngerð reglur og treytir fyri hesum virksemi grunsins.
§ 5 c. 1) Húsalánsgrunnurin kann veita realkredittlán at fíggja føroyskar bústaðir.
Stk. 2. 3) Áðrenn Húsalánsgrunnurin fer í holt við at veita realkredittfígging eftir stk. 1, ásetir landsstýrisfólkið í kunngerð reglur og treytir fyri hesum virksemi grunsins.
§ 5 d. 3) Kommuna kann, saman við Húsalánsgrunninum, stovna almannagagnligt bústaðafelag, ið hevur sum endamál at útvega, eiga og umsita leiguíbúðir í viðkomandi kommunu.
Stk. 2. Til fígging av bústaðaverkætlan, sum felag sambært stk. 1 stendur fyri, letur kommunan felagnum innskot svarandi til ikki minni enn 10% og ikki meira enn 20% av útveganarkostnaðinum. Innskot kann latast sum peningur ella sum realkapitalur, t.d. byggilendi og byggibúning. Restin av fíggingini verður fingin til vegar við innskoti frá Húsalánsgrunninum, sum ikki má vera minni enn innskotið frá kommununi, og við láni, sum hevur trygd í ognum felagsins.
Stk. 3. Almannagagnlig bústaðafeløg sambært stk. 1 skulu hava viðtøkur, ið skulu góðkennast av landsstýrisfólkinum. Í viðtøkunum skulu í minsta lagi verða ásetingar um:
1) roknskaparhald,
2) aðalfund,
3) grannskoðan,
4) nevnd ella stýri,
5) útlutan av leiguíbúðum, og
6) áseting av húsaleigu.
Stk. 4. Húsalánsgrunnurin tekur avgerð um luttøku í verkætlanum sambært stk. 1 við støði í eini meting av fíggjarliga haldførinum í verkætlanini, heruppií ítøkiliga eftirspurninginum eftir leigubústøðum í viðkomandi kommunu.
Stk. 5. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur fyri virkseminum hjá almannagagnligum bústaðafeløgum sambært stk. 1, heruppií bindandi leiðreglur um innihald og uppsetan av viðtøkum sambært stk. 3.
Stk. 6. Verður almannagagnligt bústaðafelag avtikið, verða ognir felagsins býttar millum Húsalánsgrunnin og kommununa í sama lutfalli, sum hesi hava skotið kapital inn í felagið.
§ 6. Grunnurin kann avskriva áogn, um ein ítøkilig meting av fíggjarligu støðu skuldarans talar fyri hesum. Sama er galdandi fyri áogn hjá Húsalánsgrunninum, Bjálvingarstuðulslánsgrunninum og Íbúðagrunninum sambært løgtingslóg nr. 118 frá 18. juni 1997 um Húsalánsgrunn o.a.
Kapittul 4
Ársroknskapur, grannskoðan og eftirlit
§ 7. Roknskaparár Húsalánsgrunsins er álmanakkaárið.
Stk. 2. Roknskapur Húsalánsgrunsins verður grannskoðaður av løggildum grannskoðara, valdur av stýrinum.
Stk. 3. 3) Ársfrásøgnin, sum í minsta lagi skal fevna um eina leiðsluátekning, eina fíggjarstøðu, eitt rakstrarúrslit, notur, undir hesum frágreiðing um, hvør roknskaparmannagongd er fylgd, broytingar í eginognini og frágreiðing frá stýri og stjórn um virksemi í farna árinum, verður send landsstýrisfólkinum fyri 1. juli á hvørjum ári.
§ 8. 3) Landsstýrisfólkið hevur eftirlit við stovninum. Tryggingareftirlitið útinnir uttanhýsis eftirlitið sambært nærri reglum, sum landsstýrisfólkið ásetir. Grunnurin hevur skyldu at lata eftirlitinum allar upplýsingar um grunsins viðurskifti, sum eftirlitið ynskir.
Stk. 2. 3) Landsstýrisfólkið kann gera avtalu við Tryggingareftirlitið um eftirlit sambært reglum, sum landsstýrisfólkið ásetir.
Kapittul 4 a
Útluting 4)
§ 8 a. Húsalánsgrunninum verður heimilað at rinda landskassanum part av úrslitinum eftir skatt.
Kapittul 4 b 5)
Fígging av bústaðarbygging hjá Húsalánsgrunninum
§ 8 b. 3) Húsalánsgrunnurin kann fíggja bygging av bústøðum upp til 250 mió. kr. við at skriva út lánsbrøv, við láni frá stovnsligum íleggjarum ella við bankaláni.
Stk. 2. Húsalánsgrunnurin veitir trygd í fastari ogn hjá Húsalánsgrunninum fyri allari fígging sbrt. stk. 1.
Stk. 3. Landsbanki Føroya umsitur alla fígging sbrt. stk. 1.
Stk. 4. 3) Landsstýrisfólkið í fíggjarmálum skal í hvørjum einstøkum føri góðkenna fíggingina sbrt. stk. 1.
Stk. 5. 3) Landsstýrisfólkið kann í serligum førum í samráð við Landsbanka Føroya loyva, at tann í stk. 1 nevnda upphædd heilt ella lutvíst verður fíggjað á annan hátt, enn ásett í stk. 1, men við somu trygd, sum ásett í stk. 2.
§ 8 c. 2) 3) Húsalánsgrunnurin kann harafturat, eftir teimum treytum, ið ásettar eru í § 8 b, stk. 1-5, fíggja bústaðabygging upp til 800 mió. kr.
Stk. 2.6) 3) Av 800 mió. kr. skulu 600 mió. kr. fíggja bústaðabygging kring landið. Harafturat skulu 200 mió. kr. fíggja bústaðaverkætlanir til serligar málbólkar. Landsstýrisfólkið tekur, í samráð við Húsalánsgrunnin, avgerð um staðseting og avmarking av málbólkum til íbúðarverkætlanir til serligar málbólkar.
Stk. 3. 6) Húsalánsgrunnurin kann fíggja verkætlanir sambært stk. 2, 1. punktum saman við øðrum íleggjarum, og skal grunnurin, tá um slíkar verkætlanir ræður, virka undir somu treytum, sum teir partar, ið luttaka í verkætlanini saman við Húsalánsgrunninum.
Stk. 4. 6) (Strikað).
Kapittul 4 c 2)
Partafelag
§ 8 d. 3) Húsalánsgrunnurin kann saman við øðrum stovna partafeløg til virksemi fevnt av § 5 b, stk. 1, og § 8 c, stk. 1 og 2.
Stk. 2. Lánsheimildin sbrt. § 8 c, stk. 1 fevnir somuleiðis um partafelag, stovnað sbrt. stk. 1, við tí parti, sum Húsalánsgrunnurin eigur.
Kapittul 5
Kærurættur
§ 9. 3) Kæra um avgerðir grunsins kunnu verða lagdar fyri landsstýrisfólkið.
Stk. 2. Kærast skal innan fýra vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 3. 3) Landsstýrisfólkið kann taka avgerð um, at heimildin hjá landsstýrisfólkinum eftir stk. 1 kann leggjast til eina kærunevnd.
Kapittul 6
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 10. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2010. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 118 frá 18. juni 1997 um Húsalánsgrunn o.a. Fyri lán, givin sambært løgtingslóg nr. 118 frá 18. juni 1997 um Húsalánsgrunn o.a., verður lógin tó framvegis galdandi.
Stk. 2. Grunnurin sambært hesi lóg tekur við allari ogn og skuld og rættindum og skuldbindingum hjá Húsalánsgrunninum, Bjálvingarstuðulslánsgrunninum og Íbúðagrunninum sambært løgtingslóg nr. 118 frá 18. juni 1997 um Húsalánsgrunn o.a.
Tórshavn, 31. mai 2010
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 37/2009
1) Broytt við løgtingslóg nr. 140 frá 6. oktober 2011.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 26. mars 2021, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tá løgtingslógin kemur í gildi, tilnevnir landsstýrismaðurin alt stýrið fyri Húsalánsgrunnin av nýggjum.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 29. mai 2024.
4) Broytt við løgtingslóg nr. 125 frá 7. desember 2012.
5) Broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 29. mai 2017.
6) Broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 22. mai 2023.