Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. juli 1998Nr. 63
Løgtingslóg um manning av skipum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021
Kapittul 1
§ 1. Lógin fevnir um skip undir føroyskum flaggi.
§ 2. 1) 2) 3) Í hesari lóg merkir:
1) “Sjóvinnustýrið”: Myndugleikin í hesi lóg, sum fyrisitingarliga er skipaður undir landsstýrismanninum í sjóvinnumálum.
2) “Fiskiskip”: Eitt og hvørt skip ella far, sum er gjørt út til, ella verður nýtt til vinnuligan fiskiskap.
3) “Handilsskip”: Eitt og hvørt skip, tá ið fiskiskip og stuttleikafør eru undantikin.
4) “Ferðamannaskip”: Handilsskip, sum flytur meira enn 12 ferðafólk.
5) “Farmaskip”: Handilsskip, sum ikki eru ferðamannaskip.
6) “Stuttleikafar”: Skip, sum ikki verður nýtt til vinnuligt endamál. Er ivamál, avgerð Sjóvinnustýrið, um eitt skip skal metast sum stuttleikafar.
7) “Havskip”: Skip, sum er í sigling uttanfyri havnir, áir, innsjógvar ella vard øki.
8) “STCW-átekning”: Sjóvinnubræv ella viðurkenningarváttan, sum verður útskrivað samsvarandi ásetingum í millumlanda sáttmálanum um útbúgving av sjófólki, um sjóvinnu og um vaktarhald á skipum frá 1978 við seinni broytingum (STCW-sáttmálin).
9) “STCW-F-átekning”: Sjóvinnubræv ella viðurkenningarváttan, sum verður útskrivað samsvarandi ásetingum í millumlanda sáttmálanum um manning við fiskiskipum frá 1995 (STCW-F-sáttmálin).
10) “Bruttotons”: Bruttotonsatal (BT), sum til eina og hvørja tíð er tilskilað í skipsins málibrævi, men soleiðis at brotin tøl falla burtur, um nøkur eru.
11) “Longd”: Longd á skipi mátað sambært lóg um uppmáting av skipum og sum hon er ásett í metrum i málibrævi skipsins.
12) “Framtøkumegi”: Øll tann samanlagda megin í kilowatt (kW), men soleiðis at brotin tøl falla burtur, um nøkur eru, við støðuga gongd á øllum maskinum, sum samstundis kunnu dríva skipið fram. Orkan verður ásett grundað á royndarflatutalvuna hjá motorverksmiðjuni, og verður hon at seta í siglingarloyvisbrævið og manningarskjalið. Er framtøkumegin støðugt lækkað, kann henda skrivast í siglingarloyvisbrævið og í manningarskjalið eftir avgerð og ásettum treytum frá Sjóvinnustýrinum.
13) “Strandarsigling”: Sigling, meðan fráleikin er ikki meira enn 30 fjórðingar frá beinum grundlinjum, sum ásettar í bekendtgørelse om afgrænsningen af søterritoriet ved Færøerne.
14) “Heimasigling”: Sigling, meðan fráleikin er ikki meira enn 200 fjórðingar frá beinum grundlinjum, sum ásettar í bekendtgørelse om afgrænsningen af søterritoriet ved Færøerne.
15) “Altjóða sigling”: Sigling uttanfyri strandasigling og heimasigling.
16) “Góðkend”: Góðkend sambært løgtingslóg um sjómansútbúgvingar ella onnur útbúgving, sum er góðkend av Undirvísingar og Mentamálastýrinum.
§ 3. Á øllum skipum skal vera skipari og harafturat so mikil manning, sum tørvur er á til at tryggja mannalív á sjónum.
Kapittul 2
Handilsskip 2)
§ 4. 1) 2) Fyri ferðamannaskip, uttan mun til stødd ella siglingarøki, og farmaskip, yvir 20 bruttotons, uttan mun til siglingarøki, og farmaskip, minni enn 20 bruttotons uttan fyri strandasigling, ásetir Sjóvinnustýrið manningina. Fyri farmaskip, minni enn 20 bruttotons, í strandasigling, kann Sjóvinnustýrið áseta manningina, um mett verður, at atlitið til trygdina fyri mannalívum á sjónum ger hetta neyðugt.
Stk. 2. 1) Manningarásetingin verður skrivað á skjal, sum Sjóvinnustýrið gevur út. Hetta skjal skal altíð vera umborð á skipinum.
Stk. 3. Fyri skip til støddar minni enn 20 bruttotons í strandasigling kann manningin verða ásett fyri bólkar av skipum og í staðin fyri at skriva prógv, sum tilskilað í stk. 2, kann verða fráboðað um ásetingina við kunngerð.
Stk. 4. Manningin verður ásett fyri hvørt skipið sær við atliti til slag av skipi, innrætting, útbúnað, nýtslu og siglingarleið, so at manningin er slík til nøgd og samanseting, at alt arbeiði fæst gjørt, sum hevur týdning fyri tryggleikan hjá skipi og teimum, sum eru umborð, eitt nú:
1) at halda dygga brúgva- og maskinvakt,
2) at nýta og umsita bjargingaramboð.
3) at nýta og umsita útgerð til sjóskaðaansingar, eldsløkkingar og samskiftingar,
4) at halda við líka og halda reint tað, sum aðramáta viðvíkir tryggleikanum,
5) at leggja skipið fyri teym ella við bryggju,
6) at matgera og hava heilsuatstøður í lagi.
Stk. 5. Við áseting av manningini skal afturat atlit verða havt til vaktarskipanina umborð, til liðarbeiði, til veruligu arbeiðstíðina hjá teimum einstøku starvsbólkunum, til galdandi reglur um hvíldartíð og til eindarmanningarskipan.
§ 5. 1) 2) 3) Skiparar, brúgva- og maskinyvirmenn skulu hava føroysk sjóvinnubrøv sambært niðanfyri standandi talvum. Frumritið skal vera umborð.
BRÚGVAYVIRMENN
TALVA 1. Handilsskip undir 500 bruttotons í stranda- og heimasigling
Bruttotons |
Skipari |
Stýrimaður |
20-99
|
Heimaskipari við handilsskipum (STCW-reg. II/3 as Master) |
Dugnaskaparbræv í sigling við handilsskipum (STCW-reg. II/3 as Watchkeeping Officer) |
100-499 |
Stýrimaður á 4. stigi við handilsskipum (STCW-reg. II/3 as Watchkeeping Officer) |
TALVA 2. Onnur handilsskip uttan mun til sigliøki
Bruttotons |
Skipari |
Yvirstýrimaður |
Aðrir stýrimenn |
20-2999
|
Skipari við handilsskipum (STCW-reg. II/2 as Master) |
Stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum (STCW-reg. II/2 as Chief Mate) |
Stýrimaður á 3. stigi við handilsskipum
(STCW-reg. II/1 as Watchkeeping Officer) |
3000-
|
Skipsførari (STCW-reg. II/2 as Master) |
Stýrimaður á 1. stigi (STCW-reg. II/2 as Chief Mate) |
MASKINYVIRMENN
TALVA 3. Strandarsigling og heimasigling
Framtøku- (kW) |
Maskinstjóri/ Einamaskinmeistari |
1. maskinmeistari |
Aðrir maskinmeistarar |
100-749 |
Dugnaskaparbræv í motorpassing | ||
750-1499 |
Skipsmaskinistur á 2. Stigi (STCW-reg. III/3 as Chief Engineer) |
Skipsmaskinistur á 2. Stigi (STCW-reg. III/3 as 2nd Engineer) | |
1500-2999
|
Skipsmaskinistur á 1.stigi (STCW-reg. III/3 as Chief Engineer) |
Skipsmaskinistur á 2. stigi (STCW-reg. III/3 as 2nd Engineer) |
Skipsmaskinistur á 2. stigi (STCW-reg. III/3 as 2nd Engineer) ella vakthavandi maskinyvirmaður (STCW-reg. III/1 as Watchkeeping Officer) |
3000-
|
Skipsmaskinstjóri (STCW-reg. III/2 as Chief Engineer) |
Skipsmaskin-meistari á 1. stigi (STCW-reg. III/2 as 2nd Engineer) |
TALVA 4. Altjóða sigling
Framtøku- (kW) |
Maskinstjóri/ Einamaskinmeistari |
1. maskinmeistari |
Aðrir maskinmeistarar |
100-749 |
Dugnaskaparbræv í motorpassing | ||
750-2999
|
Skipsmaskinistur á 1.stigi (STCW-reg. III/3 as Chief Engineer) |
Skipsmaskinistur á 2. stigi (STCW-reg. III/3 as 2nd Engineer) |
Skipsmaskinistur á 2. stigi (STCW-reg. III/3 as 2nd Engineer) ella vakthavandi maskinyvirmaður (STCW-reg. III/1 as Watchkeeping Officer) ” |
3000-
|
Skipsmaskinstjóri (STCW-reg. III/2 as Chief Engineer) |
Skipsmaskin-meistari á 1. stigi (STCW-reg. III/2 as 2nd Engineer) |
Stk. 2. Persónur við dugnaskaparbrævi í motorpassing, sum verður kravdur, kann um somu tíð verða skipaður í annað starv umborð.
Stk. 3. 1) Sjóvinnustýrið kann økja ella minka um tey førleikakrøv, sum stk. 1 og § 11, stk. 1 og 2, setir við atliti til innrætting, útbúnað, siglingarleið og ferðamannatal umborð á skipum.
Stk. 4. 4) 1) Á skipum skrásettum í Føroysku Altjóða Skipaskránni (FAS), verða ikki kravd føroysk sjóvinnubrøv, men gild sjóvinnubrøv við STCW-átekning frá Sjóvinnustýrinum samsvarandi ásetingunum í 1. stk.
Stk. 5. 2) Sjófólk, ið hava sjóvinnubræv sum motorpassari, tá ið henda lóg kemur í gildi, kunnu býta um sjóvinnubrævið við dugnaskaparbræv í motorpassing. Umbýtið av sjóvinnubrævi er treytað av, at øll krøv sambært lóggávu at útskriva tílíkt sjóvinnubræv eru lokin til fulnar.
§ 6. Radiopassarar á skipum, sum sambært galdandi fyriskipanum skulu hava radiotelefonútgerð til nýtslu í altjóða maritimu trygdarskipanini (GMDSS), skulu hava føroysk vinnubrøv sum skipsradiopassarar við STCW-átekning.
Stk. 2. 1) Á skipum skrásettum í Føroysku Altjóða Skipaskránni (FAS), verða ikki kravd føroysk sjóvinnubrøv, men gild sjóvinnubrøv við STCW-átekning frá Sjóvinnustýrinum til tænastu sum skipsradiopassarar.
§ 6 a. 2) Skipselektrikarar, ið skulu gera tænastu umborð á føroyskum handilsskipum eftir 31. desember 2016, skulu hava galdandi sjóvinnubræv ella førleikaprógv sum skipselektrikari við STCW-átekning.
§ 7. 1) Á førum, har manningin er størri enn 8, men ikki størri enn 20, skal vera kokkur, og á førum, har manningin er størri eisini kokkadrongur. Í hesum tølum er kokkur ikki taldur. Á ferðamannaskipum kann Sjóvinnustýrið fyriseta størri tal av kokkum. Eingin undir 18 ár má verða settur í arbeiði sum skipskokkur.
Stk. 2. Fyriskipaður kokkur ella hovmeistari skal hava vinnubræv sum skipskokkur.
Stk. 3. 1) Á skipum, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni (FAS), verður loyvt at vera í starvi sum skipskokkur uttan føroyskt sjóvinnubræv, um viðkomandi kann prógva:
1) at hava lærutíð í tilsamans 48 mánaðir í kokkayrkinum, av hesum í minsta lagi 24 mánaðir á havskipum ella
2) at hava eina kokkaútbúgving við viðkomandi innihaldi frá einum góðkendum skúla og harumframt í minsta lagi 5 mánaða tænastu sum kokkur á havskipum. Umsókn um loyvi sbrt. nr. 1 ella 2 verður send Sjóvinnustýrinum, sum skrivar út eina váttan um, at persónurin kann starvast sum skipskokkur við føroyskt skrásettum skipi.
Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um útbúgvingarkrøv til persónar, sum gera mat ella hjálpa til við at gera mat umborð á einum skipi.
Kapittul 2 a 2)
Fiskiskip
§ 7 a. Umborð á fiskiskipum, 15 metrar til longdar ella meira, men undir 24 metrar til longdar, og umborð á fiskiskipum við dimensiónstali á 100 ella yvir, skulu skipari og stýrimaður umborð hava sjóvinnubræv sambært talvuni niðanfyri:
Siglingarøkið |
Skipari |
Stýrimaður |
Stranda- og heimasigling |
Dugnaskaparbræv í sigling við fiskiskipum |
Dugnaskaparbræv í sigling við fiskiskipum |
Altjóða sigling |
Heimaskipari við fiskiskipum (STCW-F reg. II/3) |
Stýrimaður á 4. stigi við fiskiskipum (STCW-F reg. II/4) |
Stk. 2. Umborð á fiskiskipum, 24 metrar til longdar ella meira, men undir 45 metrar til longdar, skal skipari og stýrimaður umborð í minsta lagi hava sjóvinnubræv í samsvari við talvuna niðanfyri:
Siglingarøkið |
Skipari |
Stýrimaður |
Stranda- og heimasigling |
Heimaskipari við fiskiskipum (STCW-F reg. II/3) |
Stýrimaður á 4. stigi við fiskiskipum (STCW-F reg. II/4) |
Altjóða sigling |
Skipari við fiskiskipum (STCW-F reg. II/1) |
Stýrimaður á 3. stigi við fiskiskipum (STCW-F reg. II/2) |
Stk. 3. 3) Umborð á fiskiskipum, 24 metrar til longdar ella meir, ásetir Sjóvinnustýrið manningina.
Stk. 4. Til maskintænastu umborð á fiskiskipum, 15 metrar til longdar ella meir, og umborð á fiskiskipum við dimensiónstali á 100 ella yvir, umframt við motori til framtøku á 100 kW, men undir 750 kW, skal í heimasigling vera eitt sjófólk við dugnaskaparbrævi í motorpassing. Uttan fyri heimasigling skulu tvey sjófólk við dugnaskaparbrævi í motorpassing vera í maskintænastu.
Stk. 5. Umborð á fiskiskipum, yvir 15 metrar til longdar ella meir, og við motori til framtøku á 750 kW ella meir, ásetir Sjóvinnustýrið manningina til maskintænastu.
Stk. 6. Tey í stk. 4 nevndu sjófólk kunnu um somu tíð verða skipað í annað starv umborð.
Stk. 7. Tá ið Sjóvinnustýrið ásetir manning sambært stk. 3 og stk. 5, skal verða gingið eftir § 4, stk. 4-5 og § 7, stk. 1-2. Manningarásetingin verður skrivað á skjal, sum Sjóvinnustýrið gevur út. Hetta skjal skal altíð vera umborð á skipinum.
Stk. 8. 3) Krav um skipskokk umborð á fiskiskipum verður ásett sambært § 7, stk. 1 og 2.
Stk. 9. 3) Sjóvinnustýrið kann økja ella minka um tey førleikakrøv, sum stk. 1-5 og § 11, stk. 1 og 2 setir við atliti at innrætting, útbúnaði og siglingarleið umborð á skipum.
Stk. 10. 3) Sjóvinnustýrið kann áseta, at brúgvayvirmenn umborð á fiskiskipum skulu hava útgivin og áteknað STCW-F sjóvinnubrøv frá Sjóvinnustýrinum. Maskinyvirmenn, radiopassarar og skipselektrikarar umborð á fiskiskipum skulu hava sjóvinnubræv, útgivið av Sjóvinnustýrinum við STCW ella STCW-F átekningum.
Kapittul 3
Stuttleikafør
§ 8. Á stuttleikaførum til støddar 20 bruttotons og størri, men minni enn 100 bruttotons skal vera skipari og stýrimaður við sjóvinnubrævi til fiskiskip ella handilsskip samsvarandi niðanfyristandandi talvu:
Siglingarøki |
Skipari |
Stýrimaður |
Strandasigling |
Dugnaskaparbræv í sigling |
Dugnaskaparbræv í sigling |
Uttanfyri strandasigling |
Heimaskipari |
Dugnaskaparbræv í sigling |
Stk. 2. 1) Fyri stuttleikafør til støddar 100 bruttotons og størri ásetir Sjóvinnustýrið manningina.
Stk. 3. 1) Til at passa maskinuna á stuttleikaførum til støddar 20 bruttotons og størri við framtøkumaskinu til støddar 100 kW og størri, men minni enn 750 kW, skal, tá ið maskinan kann verða stillað og skrúvustýring fara fram frá róðurplássinum, í strandasigling, verða 1 persónur við dugnaskaparbrævi í motorpassing. Fyri onnur stuttleikafør til støddar 20 bruttotons og størri við framtøkumaskinu til støddar 100 kW og størri ásetir Sjóvinnustýrið maskinmanningina.
Stk. 4. 1) Tá ið Sjóvinnustýrið sambært stk. 2 og 3 ásetir manningina, skal verða gingið eftir § 4, stk. 4.
Stk. 5. 1) Sjóvinnustýrið kann áseta førleikakrøv til skiparar á stuttleikaførum til støddar minni enn 20 bruttotons og krøv til maskinmanning á slíkum førum.
Kapittul 4
Førleikakrøv
§ 9. Eingin má verða settur til sjálvstøðuga vakt umborð sum stýrimaður ella maskinmeistari, uttan at hava sjóvinnubræv, sum í minsta lagi lýkur treytirnar fyri setta lægsta starv sum ávikavist stýrimaður ella maskinmeistari.
§ 10. 1) Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum ásetir, ansandi bindandi altjóða sáttmálum og í samráð við umboð fyri reiðara- og sjómannafeløgini førleikakrøv til
1) dekks-, maskin og eindarmanning,
2) sjúkraviðgerðara umborð
3) manning umborð á ferðamannaskipum,
4) yvirmenn og manning umborð á olju-, kemikaliu- og gasstangaskipum og
5) kokkar og onnur starvsfólk, sum fáast við at gera mat umborð.
Stk. 2. 1) Sjóvinnustýrið kann harafturat áseta serlig førleikakrøv, herundir økja ella minka um lógarinnar førleikakrøv og manningarreglur fyri
1) persónar, sum eru í starvi, har lógin ikki setir serlig førleikakrøv, og
2) yvirmenn og manning umborð á
a) skipum við serstakum stýrieginleikum,
b) skip við serstakari innrætting og serstakari útgerð,
c) serskip og skip við serstakum byggihátti,
d) skip, sum verða nýtt á landafrøðiliga avmarkaðum siglingarleiðum
Stk. 3. 1) Tá ið Sjóvinnustýrið sambært stk. 2 ásetur manningina, skal verða gingið eftir § 4, stk. 4.
Kapittul 5
Sjóvinnubrøv
§ 11. 5) 2) Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum ásetir, ansandi bindandi altjóða sáttmálum og í samráð við umboð fyri reiðara- og sjómannafeløgini, treytirnar fyri at fáa tey í hesi lóg nevndu sjóvinnubrøv, herundir krøv um
1) førleika,
2) siglingartíð,
3) heilsustøðu
4) sjónar- og hoyrnarevni
5) aldur,
6) at viðkomandi er myndugur og ikki undir verjumáli eftir verjumálslógini § 5 ella undir samverjumáli eftir verjumálslógini § 7 og
7) avmarkingar av rættindum
Stk. 2. Til at fáa sjóvinnubræv við førararættindum verður kravt, at viðkomandi hevur heimarætt. Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum kann, eftir tilmæli frá reiðara- og sjómannafeløgunum, í serligum førum víkja frá kravinum um heimarætt.
Stk. 3. 2) Kravið í stk. 2 um heimarætt, er ikki galdandi umborð á skipum, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni.
§ 12. 4) 2) Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð gjald fyri útgávu og endurnýggjan av sjóvinnubrøvum og viðurkenningarprógvum.
Stk. 2. 1) 2) Sjóvinnubrøv verða útgivin av Sjóvinnustýrinum.
Stk. 3. 2) Sjóvinnubrøv, sum geva rætt til tænastu sum brúgvayvirmaður, maskinyvirmaður ella radiopassari á handilsskipum og fiskiskipum, eru í gildi í mesta lagi 5 ár frá útgávudegnum.
Stk. 4. 1) 2) Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum ásetir nærri treytir fyri útgávu av sjóvinnubrøvum og førleikaprógvum. Umframt treytir fyri endurnýggjan av sjóvinnubrøvum, um endurvinning av sjóvinnubrævarættindum og um útgevan av fyrsta sjóvinnubrævinum til persónar, sum meira enn 5 ár frammanundan útgávudegnum hava staðið ta kravdu útbúgvingina, sum sjóvinnubrævið krevur.
Stk. 5. 2) Landsstýrismaðurin ásetir, ansandi bindandi altjóða samtyktum, reglur fyri átekning av útlendskum sjóvinnubrøvum og góðkenning av útlendskum prógvum.
§ 13. Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum kann taka aftur sjóvinnubræv, um so er, at viðkomandi, sum brævið hevur, við sigling sínari ella í aðrari tænastu umborð hevur verið beinleiðis hóttan móti lívi, ogn ella umhvørvi ella um tað vegna sálarligu ella likamligu støðuna verður mett óráð at lata viðkomandi virka framhaldandi í tí starvi, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til.
Stk. 2. Tann, ið hevur fingið sjóvinnubræv, skal geva seg undir slíkar læknakanningar, sum eru neyðugar, tá ið avgerð skal verða tikin um teir spurningar, sum nevndir eru í stk. 1. Útreiðslurnar í samband við slíkar kanningar rindar landskassin. Sleppur tann persónur, sum vinnubrævið hevur, sær undan áløgdum kanningum, kann sjóvinnubrævið verða afturtikið.
§ 14. Tann persónur, sum avgerðin viðvíkur, kann krevja, at afturtøka sjóvinnubrævsins verður løgd fyri dómstólarnar. Áheitan um hetta skal vera sett fram fyri landsstýrismanninum í sjóvinnumálum, áðrenn 4 vikur eru gingnar eftir, at avgerðin er fráboðað avvarðandi.
Stk. 2. Í avgerð landsstýrismansins í sjóvinnumálum skal vera skilað til um rættin til at krevja dómstólaroynd og freistirnar í hesum sambandi.
Stk. 3. Tá ið afturtøka av sjóvinnubrøvum verður kravd løgd fyri dómstólarnar, byrjar landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum rættarmál í móti avvarðandi samsvarandi reglunum um borgarliga rættargongu. Málið er sjórættarmál.
Stk. 4. Áheitan um at leggja málið fyri rættin, førir við sær, at afturtøkan av sjóvinnubrævinum steðgar. Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum kann tó áseta, at áheitan um at leggja málið fyri rættin ikki ger steðg í afturtøkuni. Henda avgerð landsstýrismansins í sjóvinnumálum kann tó verða sett úr gildi við rættarúrskurði, og tað áðrenn avgerð verður tikin um, hvørt tøkan var lóglig.
§ 15. 1) Sjóvinnubræv, sum er afturtikið, verður latið Sjóvinnustýrinum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum kann til eina og hvørja tíð geva tikið sjóvinnubræv aftur, tá umstøðurnar, sum vóru orsøk til afturtøkuna, ikki longur vera hildnar at vera til staðar. Verður umsókn um at fáa brævið aftur noktað, kann umsøkjarin krevja spurningin lagdan fyri dómstólarnar. Um málið áður hevur verið lagt fyri dómstólarnar, kann hetta tó ikki verða fyrr enn í minsta lagi 1 ár eftir, at frátøkan seinast var staðfest við dómi. § 14, stk. 2 og 3 verða nýtt tilsvarandi.
§ 16. Tann rættur til at føra skip, sum fylgir við vinnubrøvum fellur burtur, tá ið tann, sum hevur brævið, missir heimarætt. Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum kann tó, tá ið serliga ber til, veita undantøk frá hesari reglu. Fær avvarðandi aftur heimarætt, skal rætturin at føra skip somuleiðis verða roknaður sum afturfingin, smb. tó § 12, stk. 3.
Kapittul 6
Reiðararans og skiparans ábyrgd
§ 17. Reiðarin og skiparin skulu tryggja sær:
1) at øll starvsett sjófólk, lúka tey til starvið kravdu útbúgvingar-, førleika- og vinnubrævakrøv, og at tey kravdu prógv eru umborð í frumriti,
2) at dagført yvirlit er til skjals yvir øll starvsett sjófólk, teirra starv umborð, teirra heilsustøðu og harafturat skjalprógv fyri teirra førleikum,
3) at øll nýmynstraði sjófólk, áðrenn skipstænastan byrjar, fáa neyðuga frágreiðing um teirra arbeiði umborð, herundir um útgerð, innleggingar og neyðskipanir og harafturat um serstakar fyriskipanir, sum hava týdning fyri bæði teirra vanaarbeiði umborð og teirra uppgávur í eini neyðstøðu,
4) at skipsmanningin til lítar kann samskipa uppgávurnar í neyðstøðum og í førum, tá vandi er fyri dálking, og
5) at manningin kann samskifta sínámillum um trygdarmál og skilja trygdarboð, herundir skelti, tekin og ávaringartekin.
Stk. 2. 1) Ásetingarnar í stk. 1 eru eisini galdandi, um annað felag ella persónur útinnir nakrar av uppgávunum ella skyldunum vegna reiðaran ella skiparan.
Stk. 3. 1) 3) Er eitt samsvarsskjal, útskrivað til eitt annað felag ella persón, sambært koduni um tryggan skiparakstur ISM ella eitt loyvisbræv sambært ILO sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC) ella ILO sáttmála 188 um starvsviðurskifti hjá sjófólki við fiskiskipum, hevur stk. 1 samsvarandi gildi fyri viðkomandi.
Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um tær ásetingar, ið eru nevndar í stk. 1-3, herímillum áseta serlig samskiftis- og málkrøv.
§ 17 a. 2) Tað er ábyrgd reiðarans, at manningarskjalið er dagført eftir galdandi ásetingum.
Stk. 2. 2) Metir Sjóvinnustýrið, at ávíst manningarskjal ikki er í samsvari við galdandi ásetingar, kann Sjóvinnustýrið taka stig til, at manningarskjalið verður dagført.
Kapittul 7
Vanligar fyriskipanir
§ 18. Ein og hvør, sum verður settur í starv umborð, sum henda lóg fevnir um, skal lúka tey førleikakrøv, sum lógin ásetur.
Stk. 2. Stýrimaður ella maskinmeistari, sum settur verður út um ásetta talið, skal ikki verða havdur til sjálvstøðuga vakt uttan so, at hann hevur sjóvinnubræv í minsta lagi á sama stigi, sum kravt er fyri starv sum lægsti stýrimaður ella lægsti maskinmeistari á skipinum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum kann áseta nærri reglur um vaktarhald á skipum.
§ 19. Missir skip nakað av fyriskipaðu manning síni av sjúku, deyða, rýming ella aðrari orsøk, sum skipari ella reiðarí hava ikki ábyrgd av, tá skulu krøv ásett í ella sambært hesi lóg ikki forða, at skiparin við umhugsni um sjódyggleika skipsins heldur fram ferðina. Manningin skal tó skjótast til ber fáast upp á fult tal aftur. Skiparin skal føra inn frágreiðing um hesi viðurskifti í skipsdagbókina, ella um skipsdagbók verður ikki førd, í eftirlitsbókina.
§ 20. Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum kann, eftir samráð við reiðara- og sjómannafeløgini, broyta tey í hesi lóg ásettu tonsamørk til onnur mørk, sum sett eru í aðrari málieind og broyta tey í hesi lóg ásettu mørk fyri framtøkumegi.
§ 21. 1) Sjóvinnustýrið kann, ansandi bindandi altjóða samtyktum og § 4, stk. 4, í serligum førum og í avmarkaðum tíðarskeiði økja ella minka um manningartalið sambært manningarskjalinum.
Stk. 2. 1) Sjóvinnustýrið kann í serligum førum og ansandi bindandi altjóða samtyktum, loyva, at persónur verður havdur í starvi, tó at hann hevur ikki slíkt vinnubræv, sum krevst í starvinum, men bert fyri einstaka ferð ella ávíst tíðarbil, sum ikki skal vera longri enn 6 mánaðir.
Elektroniskt samskifti 3)
§ 21 a. 3) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at skrivligt samskifti við myndugleikar um viðurskifti, sum eru fevnd av hesi løgtingslóg ella reglum, givnar við heimild í hesi løgtingslóg, skal vera elektroniskt. Landsstýrismaðurin kann áseta, at tað í ávísum førum kann verða givið undantak frá skylduni at samskifta elektroniskt.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um elektroniskt samskifti, her uppi í reglur um nýtslu av ávísum kt-skipanum, serligum talgildum fílasniðum, talgildari undirskrift o.tíl.
Undanáseting
§ 22. 1) Sjóvinnustýrið ásetir eftir áheitan manningina fyri skip, sum byggiætlan er gjørd fyri, fyri skip, sum skal umbyggjast, og fyri útlendskt skip, sum ætlanin er at føra undir føroyskt flagg (undanáseting).
Stk. 2. 1) Metir Sjóvinnustýrið, at ein undanáseting fæst ikki gjørd á nóg tryggan hátt, verður áheitanin víst aftur við neyðugari grundgeving.
Stk. 3. Ein undanáseting - møguliga broytt við kæru til sjóvinnuráðið - er bindandi, uttan so at broyting hevur verið í teimum fyritreytum, sum hava verið avgerðandi fyri ásetingina.
Sjóvinnuráðið
§ 23. 1) 3) Avgerðir, sum Sjóvinnustýrið hevur tikið sambært § 4, stk. 3, 4 og 5, § 5, stk. 3, § 7 a, stk. 3, 5, 7 og 9, § 8, stk. 2, 3 og 5, § 10, stk. 2, § 21, stk. 1 og 2 og § 22, stk. 1 kunnu avvarðandi reiðarí ella sjómannafeløg leggja fyri sjóvinnuráðið, sum tekur ta endaligu fyrisitingarligu avgerðina.
Stk. 2. Avgerð, har áheitan um undanáseting ikki er gingin á møti, kann tó ikki verða løgd fyri ráðið.
Stk. 3. Er undanásetingin ikki, áðrenn ein mánaður er gingin, løgd fyri ráðið, kann avgerð um endaligu manningarásetingina samsvarandi undanásetingini ikki verða løgd fyri ráðið, uttan broytingar hava verið í teimum fyritreytum, sum vóru avgerandi fyri ásetingina.
Stk. 4. Í Sjóvinnuráðnum situr formaður, sum skal vera løgfrøðingur, ið landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum tilnevnir, og eitt umboð fyri hvørt av sjómannafeløgunum, eins nógv umboð fyri reiðarafeløgini, allir tilnevndir av landsstýrismanninum í sjóvinnumálum eftir tilmæli frá avvarðandi feløgum. Fyri hvønn lim verður tilnevndur ein eykalimur.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum ásetir reglur um málsviðgerðina í nevndini.
Kæra 1)
§ 23 a. 1) Avgerð hjá Sjóvinnustýrinum eftir hesi lóg ella eftir reglum, settar í gildi við heimild í hesi lóg, kann verða kærd til landsstýrismannin innan 4 vikur frá tí degi, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina, sbr. tó § 23.
Revsifyriskipan
§ 24. 2) Við sekt verður hann revsaður, sum brýtur § 3, § 4, stk. 2, § 5, stk. 1, § 6, § 7, § 8, stk. 1 ella 3, § 9, § 17, nr. 1 ella 2, § 17 a, stk. 1 og § 19, nr. 2 ella 3, ella brýtur tær manningarásetingar, sum eru gjørdar sambært hesari lóg.
Stk. 2. 1) Hevur reiðarin heilt ella lutvíst latið sínar skyldur eftir § 17, stk. 1, nr. 1 ella 2 til annað felag ella persón at umsita, hevur stk. 1 samsvarandi gildi, um skyldurnar ikki verða hildnar.
Stk. 3. 1) Í fyriskipanum, sum ásettar verða sambært hesi lóg, kann sektarrevsing verða ásett fyri brot á reglurnar í ásetingunum smb. tó § 25, stk. 5.
§ 25. 6) Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár verður tann revsaður, ið brýtur § 17, stk. 1, nr 3, 4 ella 5.
Stk. 2. 6) Revsingin kann økjast til fongsul í upp til 2 ár, um brotið er gjørt við vilja ella orsakað av grovum ósketni og um tað í samband við brotið er
1) hendur skaði á ungfólk undir 18 ár, ella vandi hevur verið fyri tí, ella
2) fingin fíggjarligur vinningur, íroknaðar sparingar til viðkomandi sjálvan ella onnur, ella hetta hevur verið ætlanin.
Stk. 3. Verður ikki hald lagt á vinning, ið fingin er í samband við brotið, skal serligt atlit havast til støddina á tí fingna ella ætlaða vinninginum, tá ið sektin verður ásett, smb. stk. 2, nr. 2.
Stk. 4. 1) Stk. 1-3 hava samsvarandi gildi, um annað felag ella persónur útinnir uppgávur ella skyldur reiðarans ella skiparans vegna, sbr. § 17, stk. 2 og 3.
Stk. 5. 1) 6) Í ásetingum, ið verða gjørdar sambært § 17, stk. 4 viðvíkjandi § 17, stk. 1, nr 3-5, kann sum revsing ásetast bót ella fongsul í upp til 1 ár. Eisini kann ásetast, at revsingin kann vaksa til fongsul í upp til 2 ár, um viðurskiftini líkjast teimum, ið nevnd eru í stk. 2.
§ 26. 1) Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
§ 26 a. 1) 3) Sum liður í eftirlitinum sambært løgtingslógini um trygd á sjónum, hevur Sjóvinnustýrið eisini eftirlit við, at krøv sambært ILO sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC) og ILO sáttmála 188 um starvsviðurskifti hjá sjófólki við fiskiskipum, sum eru ásett í ella sambært hesi løgtingslóg, verða hildin.
26 b. 2) Sjóvinnustýrið kann frá reiðaríi ella skipara krevja allar upplýsingar um manning og skip, sum eru neyðugar til eftirlit.
Stk. 2. 2) Sjóvinnustýrið hevur á øllum føroyskum skipum loyvi at gera tær kanningar, sum eru neyðugar til eftirlit.
Kapittul 8.
Gildiskoma og umskiftisásetingar
§ 27. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer løgtingslóg nr. 5 frá 15. januar 1988 um manning av skipum við seinni broytingum og løgtingslóg nr. 16 frá 3. mars 1988 um sjóvinnu við seinni broytingum úr gildi.
Stk. 3. Tær ásetingar, sum eru gjørdar sambært tær í stk. 2 nevndu lógum, vera framvegis í gildi, til ásetingar sambært hesi lóg verða settar í gildi ístaðin.
§ 28. Sjóvinnubrøv, útgivin áðrenn lógin fekk gildi, geva ánarum teirra somu rættindi sum teir høvdu frammanundan. Sjóvinnubrøv, sum geva rættindi til tænastu sum dekksyvirmaður, maskinyvirmaður ella radiopassari við handilsskipum eru tó bert gild til tann 1. februar 2002.
Stk. 2. Fyri skip, ið eru minni enn 24 m til longdar, og sum bert eru uppmáld sambært áður galdandi málireglum, verður tað á skipsins málibrævi ásetta bruttoregistartonsatal (BRT), rundað niðureftir uttan brottøl, nýtt í staðin fyri tað í hesi lóg ásetta bruttotonsatal (BT).
§ 29. Skip, sum eru í sigling tann dag lógin fær gildi, og hvørs manning ikki er ásett í lógini, skal hava manning samsvarandi teimum manningarreglum og manningarásetingum, sum higartil hava verið galdandi, til nýggj manning er ásett.
Stk. 2. Førir manningarásetingin, sum nevnd er í stk. 1, við sær minni krøv, skal minkingin av manningini teir fyrstu 6 mánaðirnar frá ásetingini bert fara fram við nátúrligari frágongd ella við komu í føroyska havn. Donsk ella Grønlendsk havn verða bert mettar sum føroysk havn um so er, at sjómaðurin hevur bústað í Danmark ella Grønlandi.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, har § 4 ljóðar soleiðis: “Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð, nær henda løgtingslóg kemur í gildi, undir hesum at ásetingar í hesi løgtingslóg fáa ymiska gildiskomu. Stk. 2. Persónur, sum hevur fingið góðkenning sum kokkur sambært § 7, stk. 3 í løgtingslóg um manning av skipum, áðrenn hendan løgtingslóg kemur í gildi, varðveitir hesa góðkenning”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 12. mai 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon verður kunngjørd. Stk. 2. Sjóvinnubrøv og førleikaprógv, útgivin áðrenn henda lóg kemur í gildi, varðveita sítt gildi í samsvari við lokadagin á sjóvinnubrævinum og førleikapróvnum. Stk. 3. Skip, sum eru í sigling eftir, at henda lóg kemur í gildi, og hvørs manning ikki er ásett í lógini, skal hava manning samsvarandi teimum manningarreglum og manningarásetingum, sum higartil hava verið galdandi, til nýggj manning er ásett. Stk. 4. Førir manningarásetingin í stk. 3 við sær minni krøv, skal minkingin av manningini teir fyrstu 6 mánaðirnar frá ásetingini bara fara fram við natúrligari frágongd ella við komu í føroyska havn. Donsk ella grønlendsk havn verða bara mettar sum føroysk havn, um so er, at sjómaðurin hevur bústað í Danmark ella í Grønlandi.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 7. mai 2019, har § 4 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær henda løgtingslóg kemur í gildi, undir hesum at ásetingar í hesi løgtingslóg fáa ymiska gildiskomu. Stk. 2. Tó kemur § 3, nr. 1-4 og 8 í gildi dagin eftir, at henda løgtingslóg er kunngjørd.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 19. mai 2008.
5) Broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, har § 13, stk. 1 ljóðar soleiðis: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010.”
6) Broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021.