7. juni 2007Nr. 63
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006, verða gjørdar hesar broytingar:
Í frumskjali 1 verða kapittul 84 og kapittul 94 strikaðir.
§ 2
Stk. 1. Henda lóg kemur í gildi 1. juni 2007.
Stk. 2. Virkir, ið eru skrásetingarskyldug sambært meirvirðisgjaldslógini, kunnu fáa afturgoldið punktgjøld av vørum í kap. 84 og 94, sum eru á goymslu 31. mai 2007. Treytir fyri at fáa endurgoldið avgjaldið eru:
1) Skrásettur ella løggildur grannskoðari góðkennir uppgerðina av goymsluni pr. 31. mai 2007 og
2) uppgerðin skal vera hjá Toll- og Skattstovu Føroya fyri 1. august 2007.
Tórshavn, 7. juni 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Magni Laksáfoss (sign.)
Lm. nr. 119/2007