9. mai 2019Nr. 63
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um havnaloðsing (Loðslógin)
(Ábyrgd fyri útvegan av loðsing)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 21 frá 16. mars 2012 um havnaloðsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 29. mai 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
Í § 4 verður aftaná stk. 1 sum nýggj stk. sett:
“Stk. 2. Kommunurnar umsita loðsingina og skipa fyri loðsing eftir nærri ásettum reglum.
Stk. 3. Umbøn um loðs og loðsflutning verður send viðkomandi kommunu, sum síðan útvegar neyðugu loðstænastuna.
Stk. 4. Øll skuldskriving og innkrevjing í sambandi við loðstænastuna fer fram umvegis viðkomandi kommunu. Tann, sum biður um loðs og loðsflutning, heftir beinleiðis mótvegis kommununi fyri tænastuveitingina.”
Stk. 2 verður hereftir stk. 5.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 9. mai 2019
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 154/2018