10. juni 2008Nr. 63
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 76 frá 17. mai 1994 um tinglýsingargjøld v.m. verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1 verður “100” broytt til: “1.000”.
2) § 7 verður strikað.
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá framløgudegnum í Løgtinginum.
Tórshavn, 10. juni 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 188/2007