Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. mai 1996Nr. 63
Løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 148 frá 17. desember 2001
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. 1) Landsstýrismanninum verður heimilað at seta royndarskipan innan eldrarøkt í verk í Sandoynni. Endamálið við royndartiltakinum er at royna eina skipan, sum sameinir røktarheimsrakstur og heimarøkt.
Stk. 2. 1) Í royndartíðini lata luttakandi kommunur í oynni landsstýrismanninum eindirnar í Skálavík, heima á Sandi og Skopun ókeypis til nýtslu.
Stk. 3. 2) Royndartíðin er sett til 6 1/2 ár, og er galdandi frá 1. juli 1996 og fer úr gildi 31. desember 2002.
§ 2. Royndartiltakið verður skipað soleiðis, at røktarheim verður heima á Sandi, meðan eindirnar í Skálavík og í Skopun verða nýttar til eldrasambýlir.
Stk. 2. 1) Royndartiltakið verður rikið sum landsstovnur, og fyriskipað undir Serforsorgini og Heimarøktini, sum hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum.
§ 3. 1) Royndartiltakið inniber, at landsstýrismanninum verður heimilað at áseta reglur, sum kunnu víkja frá ásetingunum í løgtingslógini um uppihald á stovni o.l.
Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur viðvíkjandi upptøku á stovni og sambýli, gjaldsreglur fyri búfólk, dagligu leiðsluna, fíggjarviðurskifti o.l.
§ 4. Kæra um upptøku, gjaldsviðurskifti og aðrar avgerðir hjá leiðsluni av royndarskipanini, ið viðvíkja stakpersónum, kunnu innan 4 vikur kærast til Kærunevndina í almannamálum, jb. § 6, stk. 3 í løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almannamálum.
§ 5. Útreiðslurnar til royndarskipanina verða í fíggjarárinum 1996 hildnar innan fyri játtanirnar til røktarheim og heimarøkt. Frá fíggjarárinum 1997 verður játtan at avseta á serligt rakstrarstað til royndarskipanina.
§ 6. Henda lóg fær gildi 1. juli 1996.