25. mai 2009Nr. 63
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1, stk. 2 verður “30” broytt til: “90”.
2) Í § 1, stk. 4 verður “30” broytt til: “90”.
3) Í § 3 verður “20.000 kr.” broytt til: “60.000 kr.”.
4) Sum § 7 b verður sett:
“§ 7 b. 30 mió. kr. verða fluttar úr trygdargrunninum í landskassan.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.