Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. juni 1984Nr. 64
Løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 28. apríl 2000
§ 1. Úr landskassanum verður veitt viðurlag til fólk, sum átaka sær at ansa eldri og óhjálpnum fólki heima, tá tørvur er á støðugari røkt og hjáveru.
Stk. 2.1) Samsýningin er tann sama sum miðal fyritíðarpensjón.
Stk. 3. Viðurlagið er treytað av, at móttakarin ikki í størri mun átekur sær annað lønandi arbeiði.
Stk. 4. Viðurlagið heldur uppat, um tann óhjálpni verður innlagdur á sjúkrahús í meir enn ein mánað.
§ 2. 1) Lógin verður umsitin av Almannastovuni.
Stk. 2. 2) Avgerðir, sum verða tiknar av Almannastovuni, kunnu innan 4 vikur skjótast inn fyri Kærunevndina í almannamálum, sum hevur endaligu fyrisitingarligu avgerðina.
Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin setir nærri reglur fyri, hvussu hendan lóg verður umsitin.
§ 3. Henda lóg kemur í gildi 1. juli 1984.