Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. mai 2019Nr. 64
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útleigan av bústøðum (Leigulógin)
(Ikki vinnulig útleiga víðkað, Almannaverkið heimild at gera avtalur við útleigarar um ávísingarrætt, leigunevndin heimild at seta til viks greitt órímiliga leigu o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 60 frá 26. mai 2010 um útleigan av bústøðum, sum broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 14. mai 2013 og løgtingslóg nr. 43 frá 30. apríl 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Útleiga, sum í mesta lagi fevnir um tvey leigumál, er eftir hesi løgtingslóg at rokna sum ikki vinnulig útleiga.”
2. § 17, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Verður bústaðurin leigaður út av nýggjum, hevur verandi leigari framíhjárætt til bústaðin, og leiguavtalan er tá ikki longur at meta sum tíðaravmarkað. Hetta er tó ikki galdandi:
1) í teimum í § 21, stk. 2, nr. 1 nevndu førum,
2) tá leigari hevur verið í mishaldi sambært kap. 5 í hesi løgtingslóg, ella
3) tá leigari sambært § 24 b í hesi løgtingslóg hevur fingið ávíst leigubústað gjøgnum Almannaverkið.”
3. § 24 b, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um treytir fyri ávísing sambært stk. 1, og hvussu ávísing av bústøðum og hýsing fer fram.”
4. Í § 24 b verður sum stk. 7 sett:
“Stk. 7. Almannaverkið kann eisini, eftir somu treytum sum í stk. 2-6, gera avtalur við aðrar útleigarar um ávísingarrætt til leiguíbúðir. Avtalur um ávísingarrætt skulu góðkennast av landsstýrismanninum.”
5. Í § 26, stk. 1 verður áðrenn nr. 1 sum nýtt nr. sett:
“1) Ta leigu, sum partarnir sínámillum hava avtalað, seta til viks eina greitt órímiliga leigu og samstundis áseta aðra leigu.”
Nr. 1-6 verða eftir hetta nr. 2-7.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. § 2, stk. 1, sum ásett í § 1, nr. 1, og § 26, stk. 1, nr. 1, sum ásett í § 1, nr. 5, eru bara galdandi fyri leiguavtalur, ið eru gjørdar eftir, at løgtingslógin er komin í gildi.
Í Tinganesi, 9. mai 2019
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 100/2018