Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. juni 2008Nr. 64
Løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum (FAS)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 28. desember 2006, verður gjørd henda broyting:
§ 25 a, stk. 7 verður strikað.
§ 2
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 28. desember 2006, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1, stk. 1 verður eftir ”§ 1, nr. 1-6 og § 2, stk. 1, litra d, e og f“ sett: “smb. tó § 8, stk. 2”.
2) Eftir § 8, stk. 1 verður sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Skattur teirra, sum nevnd eru í § 1 í løgtingslóg um landsskatt og kommuniskatt, er 35%, um A-inntøkan stavar frá virksemi umborð á skipi, skrásett í FAS. Inntøka eftir 1. pkt. verður tikin við í skattagrundarlagið, men í inntøkuskattinum skal loyvast ein frádráttur, sum svarar til tann partin av inntøkuskattinum, sum kann verða førdur til ta A-inntøku, sum stavar frá virksemi umborð á skipi, skrásett í FAS. Skatturin eftir 1. pkt. fer 100% í landskassan.”
Stk. 2 verður hereftir stk. 3.
§ 3
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2009.
Tórshavn, 10. juni 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 189/2007