Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. mai 2012Nr. 64
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna forsorg
(Fylgibroytingar til lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 169 frá 23. desember 2011, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 9, stk. 2 og 3 verða strikað og í staðin verður sett:
“Stk. 2. Stuðul til uppihald sambært stk. 1 verður veittur sambært fylgjandi ásetingum:
1) Persónur, ið býr einsamallur og hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 90% av dagpeningaupphæddini um mánaðin.
2) Persónur, ið er sambúgvandi og hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 70% av dagpeningaupphæddini um mánaðin.
3) Persónur 25 ár og eldri, ið býr einsamallur og ikki hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 65% av dagpeningaupphæddini um mánaðin.
4) Persónur 25 ár og eldri, ið er sambúgvandi og ikki hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 40% av dagpeningaupphæddini um mánaðin.
5) Persónur yngri enn 25 ár, ið ikki býr hjá einum ella báðum foreldrum og ikki hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 40% av dagpeningaupphæddini um mánaðin.
6) Persónur yngri enn 25 ár, ið býr hjá einum ella báðum foreldrum og ikki hevur forsyrgjaraskyldu mótvegis barni, fær 13% av dagpeningaupphæddini um mánaðin.
Stk. 3. Dagpeningaupphædd sbrt. stk. 2 og § 13 er hægsta útgjald sambært lóg um dagpening vegna sjúku v.m., frítíðarløn ikki íroknað. Sambúgvandi sbrt. stk. 2 er at skilja sum persónur, sum býr saman við øðrum vaksnum persónum.”
2) Í § 9 verða sum stk. 4, 5 og 6 sett:
“Stk. 4. Í serligum førum, og bert tá talan er um persón við fleiri enn tveimum børnum at uppihalda, kann Almannastovan taka avgerð um, at persónur í eitt avmarkað tíðarskeið fær hægri veiting, enn ásett sbrt. stk. 2.
Stk. 5. Um persónur hevur djúptøknar sálarligar trupulleikar, ið hava við sær hægri bústaðarútreiðslur, kann eitt bústaðarískoyti latast til hesar útreiðslur umframt veiting sbrt. stk. 2.
Stk. 6. Hjá persóni sbrt. stk. 2, nr. 2 verður inntøka hjá møguligum hjúnafelaga mótroknað við 50% av inntøkuni, sum er hægri enn 70% av dagpeningaupphæddini. Hjá persóni sbrt. stk. 2, nr. 4 og 5 verður inntøka hjá møguligum hjúnafelaga mótroknað við 30% av inntøkuni, sum er hægri enn 40% av dagpeningaupphæddini.”
3) § 10, stk. 1, nr. 1 verður orðað soleiðis:
“1) tá viðkomandi ikki hevur eitt hóskandi arbeiðstilboð ella tilboð um tiltak sambært lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk,”.
4) § 10, stk. 1, nr. 3 verður orðað soleiðis:
“3) tá viðkomandi ikki kann átaka sær inntøkugevandi arbeiði orsakað av fyriskipan, sett í verk sambært § 8 í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk,”.
5) § 10, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Virknisvenjing verður sett í verk sambært treytum í § 5 í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.”
6) Í § 10 verður sum stk. 5 og 6 sett:
“Stk. 5. Persónur, sum fær stuðul sambært § 9, stk. 2 vegna arbeiðsloysi, hevur skyldu til at taka av tilboði um virknisvenjing ella øðrum tilboði sambært lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. Persónur, sum fær stuðul sambært § 9, stk. 2 vegna sjúku ella aðrar broytingar í sínum viðurskiftum, hevur skyldu at taka av tilboði, um tað kann sameinast við sjúku ella aðrar trupulleikar hjá viðkomandi.
Stk. 6. Almannastovan tekur avgerð um at lækka veiting sbrt. § 9, stk. 2 við 20%, um persónur uttan haldgóða grund noktar at taka við tilboði sambært skyldu í stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um lækking av veiting sbrt.”
7) Í § 12 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Í sambandi við meting sbrt. stk. 1 verður atlit tikið til, um viðkomandi lýkur treytirnar fyri fyriskipan sambært lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.”
8) § 13, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Tá ið ein persónur, ið ikki er fevndur av veitingum eftir løgtingslóg um almannapensjónir, varandi hevur tørv á hjálp til sítt og familjunnar uppihald, fær viðkomandi eina upphædd samsvarandi við 60% av dagpeningaupphæddini um mánaðin, tó ongantíð hægri enn veiting sbrt. § 9, stk. 2.”
9) Í § 13 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Inntøka hjá møguligum hjúnafelaga verður mótroknað við 50% av inntøkuni, sum er oman fyri 60% av dagpeningaupphæddini.”
10) Í § 14, stk. 1 verður í staðin fyri “i § 18” sett: “§ 8 í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk”.
11) § 18 og § 18 a verða strikað.
12) Í § 33, stk. 4 verður “§ 18, § 18 a,” strikað.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013.
Stk. 2. Í málum um stuðul sambært §§ 9 ella 13, har avgerð ikki er tikin, tá henda lóg er sett í gildi, verður avgerð tikin sambært reglunum í hesi lóg.
Stk. 3. Í málum um endurbúgving og vart starv sambært §§ 18 og 18 a, har avgerð ikki er tikin, tá henda lóg er sett í gildi, verður avgerð tikin sambært reglunum í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.
Stk. 4. Persónar, sum fáa lønarískoytið til vart starv sambært § 18 a, fáa framhaldandi avtalaða lønarískoytið til verandi starv.
Tórshavn, 15. mai 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 167/2011