Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsumálaráðið
  • Útgávudagur: 19-05-2005
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2005 A - Hefti 14 A frá 19. mai 2005
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

17. mai 2005Nr. 64

Løgtingslóg um sjúkrahúsverkið, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 6. mai 2016

Henda løgtingslóg um sjúkrahúsverkið er givin út sambært § 1, stk. 2, nr. 1 í ”Lov nr. 316 af 17. maj 1995 om sundhedsvæsenet på Færøerne”.

Kapittul 1

Almennar reglur

Sjúkrahúsverkið

§ 1. Sjúkrahúsverkið fevnir um trý sjúkrahús. Sjúkrahúsini eru Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús.

Stk. 2. Við hvørt av sjúkrahúsunum verður í minsta lagi skipað/sett eitt medisinskt og eitt kirurgiskt yvir-læknastarv.

Stk. 3. Til sjúkrahúsverkið hoyra eisini serligir stovnar.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, hvørjir serligir stovnar hoyra undir sjúkrahúsverkið og teirra virki.

Samstarv millum sjúkrahúsini o.a.

§ 2. 1) Sjúkrahúsini hava rætt og skyldu at veita hvørjum øðrum tænastur, ið kunnu betra um viðgerðar- og endurvenjingartilboðini og raksturin innan sjúkrahúsverkið. Sjúkrahúsini kunnu gera samstarvsavtalur fyri at betra viðgerðar- og endurvenjingartilboðini og raksturin innan sjúkrahúsverkið.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal góðkenna allar samstarvsavtalur, ið hava týdning fyri sjúkrahúsverkið.

Stk. 3. Við øll sjúkrahúsini kunnu setast á stovn sergreinar eftir góðkenning frá landsstýrismanninum.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um bygnað og fyrisitingarlig viðurskifti á sjúkrahúsunum.

Sjúklingaráð

§ 3. Landsstýrismaðurin velur eitt sjúklingaráð við níggju limum, út frá landafrøðiligum atliti, sum skal hava møguleika at viðgera øll heildarmál um viðurskifti, ið hava týdning fyri veitingar til sjúklingar.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, hvussu sjúklingaráðið verður mannað og um virksemið hjá ráðnum.

Eftirlit við sjúkrahúsverkinum

§ 4. Landslæknin (Sundhedsstyrelsen) hevur heilsufakliga eftirlitið við sjúkrahúsverkinum.

Kapittul 2

Rættin til veitingar

Persónar, ið búgva her í landinum

§ 5. Persónar, ið búgva her í landinum, hava rætt til ókeypis viðgerð frá sjúkrahúsverkinum, sí tó stk. 2. Rætturin til ókeypis viðgerð fevnir eisini um viðgerð í Danmark ella í einum øðrum landi, tá ávísingin er gjørd í samsvari við tær av visitasjónsnevndini givnu leiðreglur.

Stk. 2. Persónar, sum flyta til Føroya úr útlandinum, hava ikki rætt til ókeypis viðgerð fyrr enn seks vikur eftir, at teir eru fluttir, uttan so at annað er ásett í semjum ella millumlandasáttmálum, ið Føroyar hava við onnur lond.

Stk. 3. Persónar, sum flyta til Føroya úr Danmark ella Grønlandi, hava tó rætt til ta í stk. 1 umrøddu ókeypis viðgerð beinanvegin.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at nærri ásettir persónsbólkar fáa rætt til ta í stk. 1 umrøddu veiting beinanvegin, eftir at teir eru fluttir til Føroya, ella áðrenn seks vikur eru gingnar, síðani teir fluttu til Føroya.

Stk. 5. Hóast ásetingarnar um ókeypis viðgerð eftir stk. 1-4, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um, at tað í serligum førum verða ásett gjøld fyri ávísar viðgerðir og veitingar ella fyri viðgerðir á ávísum stovnum.

Stk. 6. 2) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjald fyri uppihald á Psykiatriska depli fyri persónar, ið eru liðugt viðgjørdir og fáa pensjón. Gjaldið kann tó í mesta lagi verða tað, sum búfólk á sambýlum, góðkend sambært § 32, stk. 2 í forsorgarlógini, rinda.

 

Persónar, ið ikki búgva her í landinum

§ 6. Persónar, ið ikki búgva her í landinum, hava rætt til ókeypis viðgerð v.m. frá sjúkrahúsverkinum í sambandi við vanlukku, brádligan sjúkutilburð v.m., ella um varandi sjúka brádliga versnar. Hjálpin verður tá veitt við somu treytum, sum verða settar persónum, ið búgva her í landinum.

Stk. 2. Harafturat veitir sjúkrahúsverkið ókeypis viðgerð og burðarhjálp v.m., tá tað eftir umstøðunum ikki verður mett at vera ráðiligt at ávísa persónin til viðgerð í heimlandinum, ella um sjúklingurin er ov veikur at verða fluttur til eitt sjúkrahús í heimlandinum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at ávísir persónsbólkar, ið ikki búgva her í landinum, fáa rætt til ta í § 5, stk. 1 umrøddu veiting beinanvegin.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at persónar, ið ikki búgva her í landinum rinda eitt ávíst gjald fyri viðgerð í sjúkrahúsverkinum.

Endurvenjing 1)

§ 6 a. 1) Sjúkrahúsverkið veitir ókeypis endurvenjing til sjúklingar, sum hava ein læknafakliga grundaðan tørv á endurvenjing.

Stk. 2. 1) Í sambandi við, at endurvenjing verður veitt sambært stk. 1, skal sjúkrahúsverkið, í samráð við sjúklingin, gera eina endurvenjingarætlan.

Stk. 3. 1) Sjúkrahúsverkið kann, fyri at røkja sína skyldu sambært stk. 1, gera avtalur, m.a. um keyp av tænastum, við aðrar myndugleikar, stovnar og privatar veitarar.

Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur og treytir um endurvenjing, herundir hvat endurvenjing innan sjúkrahúsverkið fevnir um, um endurvenjingarætlanir, og hvørji endurvenjingartilboð sjúklingurin kann verða ávístur til.

Endurgjald fyri arbeiðsinntøkumiss til gagn- og merggevar

§ 7. Persónar, sum geva gøgn ella merg til annan ella verða kannaðir við tí fyri eyga, verða javnsettir við teir persónar, ið hava rætt til ókeypis viðgerð frá sjúkrahúsverkinum.

Stk. 2. Sjúkrahúsverkinum verður heimilað at endurrinda teimum persónum, sum geva gøgn ella merg til annan ella verða kannaðir við tí fyri eyga, fyri mista arbeiðsinntøku.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, hvussu arbeiðsinntøkurnar eftir stk. 2 verða roknaðar, og reglur um mannagongdir fyri, hvussu mistar arbeiðsinntøkur verða endurgoldnar.

Ferða- og uppihaldsútreiðslur fyri sjúklingar

§ 8. 1) Sjúkrahúsverkið kann bera ferða- og uppihaldsútreiðslurnar fyri teir persónar, ið hava rætt til ókeypis viðgerð og endurvenjing frá sjúkrahúsverkinum.

Stk. 2. Ferðast eigur at verða á tann eftir umstøðunum bíligasta og ráðiligasta hátt.

Stk. 3. Sjúkrahúsverkið kann bera ferða- og uppihaldsútreiðslurnar fyri aðrar persónar, um tað er í samsvari við aðra lóg, um semja er gjørd um hetta við onnur lond, ella um tað læknafakliga verður mett neyðugt.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um gjald fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur og uppihaldsstøð hjá sjúklingum.

Ferða- og uppihaldsútreiðslur fyri ávístar fylgjarar

§ 9. 3) 1) Sjúkrahúsverkið kann bera ferða- og uppihaldsútreiðslur fyri ein fylgjara hjá sjúklingi, ið verður sendur til viðgerðar og endurvenjingar uttanlands, um sjúklingurin hevur lívshóttandi sjúku, ella um sjúklingurin vegna likamligt, sálarligt ella sosialt ófullføri, ikki er førur fyri at ferðast ella uppihalda sær einsamallur uttanlands.

Stk. 2. 3) Er sjúklingurin yngri enn 18 ár, kann sjúkrahúsverkið bera ferða- og uppihaldsútreiðslur fyri ein fylgjara, uttan mun til um treytirnar í stk. 1 eru uppfyltar. Í serligum førum kann sjúkrahúsverkið ávísa tveimum fylgjarum við sjúklingi undir 18 ár.

Stk. 3. 3) Um ein sjúklingur, sum hevur fingið ávíst fylgjara sambært stk. 1 ella stk. 2, liggur sjúkur uttanlands í longri tíðarskeið, kann sjúkrahúsverkið bera útreiðslurnar av, at fylgjarar við jøvnum millumbilum kunnu skiftast um at fara uttanlands at vera um sjúklingin.

Stk. 4. 3) Ferðast eigur at verða á tann eftir umstøðunum bíligasta og ráðiligasta hátt.

Stk. 5. 3) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur viðvíkjandi ávísing av fylgjarum, herundir nærri treytir fyri at fáa fylgjara við, reglur um umsiting og gjald fyri ávísar ferða- og uppihaldsútreiðslur uttanlands.

Kapittul 3

Ávísing til kanningar og viðgerð uttanlands

Visitasjónsnevndin

§ 10. Landsstýrismaðurin setir eina visitasjónsnevnd.

Stk. 2. 3) 1) Visitasjónsnevndin ger leiðreglur viðvíkjandi visitasjón av sjúklingum til viðgerðar og endurvenjingar uttanlands.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin skal góðkenna tær av visitasjónsnevndini gjørdu leiðreglur og í hesum sambandi senda tær til hoyringar hjá sjúklingaráðnum, áðrenn tær endaliga verða góðkendar.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, hvussu visitasjónsnevndin verður mannað og vald. Harumframt ásetir landsstýrismaðurin reglur um avgerðarheimild og virksemi hjá visitasjónsnevndini.

Ávísingar til viðgerðar- og endurvenjingarstovnar 1)

§ 11. 1) Ávísingar til kanningar, viðgerðir og endurvenjing uttanlands kunnu bert verða til viðgerðarstøð, ið landsstýrismaðurin hevur gjørt avtalu við um at taka ímóti føroyskum sjúklingum, ella til viðgerðarstøð, ið visitasjónsnevndin hevur givið loyvi til í serstøkum førum.

Kapittul 4

Tilbúgving í heilsuverkinum

Skipan av sjúkraflutningstænastu og útbúgving av sjúkraflutningsstarvsfólki v.m.

§ 12. Sjúkrahúsverkið hevur skyldu til at veita hjálp og sjúkraflutningstænastu til teir persónar, ið brádliga hava tørv á hesum orsakað av óhappi ella brádliga íkomnari sjúku, føðing o.a.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvussu heilsutilbúgvingin ella partar av henni skal skipast á heilsuøkinum, og í hesum sambandi hvørji krøv til útbúgving hjá sjúkraflutningsstarvsfólkum og hvørji krøv til útbúnað í sjúkrabilunum skulu vera galdandi.

Kapittul 4 a 4)

KT-nýtsla

Elektroniskar sjúklingajournalir o.a.

§ 12 a. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur í sambandi við KT-nýtslu í sjúkrahúsverkinum, herundir krøv til elektroniskar sjúklingajournalir og til nýtslu av standardum.

Kapittul 5

Kærurættur

Einstaklingar við serligum áhuga

§ 13. Kærurætt sambært hesi lóg hevur tann, ið hevur persónlig áhugamál í, hvussu úrslitið av málsviðgerðini verður.

Kærur um fakliga virksemið

§ 14. Kærur um tað fakliga arbeiðið, ið løggildug heislustarvsfólk fremja, fylgja reglunum í Lov om Sundhedsvæsenets Centralstyrelse.

Kærur um rættin til viðgerð ella uppihalds- og ferðaendurgjald

§ 15. Kærur, ið ikki eru um heilsufakligt virksemi, kunnu verða lagdar fyri landsstýrismannin.

Stk. 2. Kærast skal innan fýra vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Grundreglan er, at kæran skal vera skrivlig, og grundgeving skal vera fyri kæruni.

§ 16. 5) Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at heimildin hjá landsstýrismanninum eftir § 15 kann leggjast til eina kærunevnd.

Kapittul 6

Gildiskoma og skiftisreglur

§ 17. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. desember 2005

Stk. 2. Tó koma § 3, §10, stk. 1 og 4, og § 12 í gildi 1. juni 2005.

Stk. 3. Løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 um Sjúkrahúsverk Føroya fer úr gildi 1. desember 2005, tó fer § 3 úr gildi 1. juni 2005. § 12, stk. 2 fer tó ikki úr gildi.    

Stk. 4. Kunngerðir, sum eru settar í gildi sambært løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 um Sjúkrahúsverk Føroya, og sum ikki eru í ósamsvari við hesa lóg, verða verandi í gildi, til tær verða settar úr gildi ella verða avloystar av reglum, givnum við heimild í hesi lóg.

 

 

Tórshavn, 17. mai 2005

 

Jóannes Eidesgaard (sign.)

løgmaður

/ Hans Pauli Strøm (sign.)

 

Lm. nr. 80/2004

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 22. mai 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: ”Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2015.”

2) Broytt við løgtingslóg nr. 141 frá 11. oktober 2011, har § 2 er soljóðandi: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012.”

3) Broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 14. mai 2013.

4) Broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 6. mai 2016.

5) Heimild landsstýrismansins sum kærumyndugleiki er lagdur til kærunevndina í almanna- og heilsumálum, sum skal viðgera og taka endaliga fyrisitingarliga avgerð í kærumálum.Víst verður til løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993.