Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. mai 2013Nr. 64
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum
(Krøv til barlastarvatn)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum, sum broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2011, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 8, stk. 1 verður 2. pkt. strikað.
2. Aftaná § 11verður sett:
“Kapittul 5 a
Barlastarvatn og botnfall
§ 11 a. Við barlastarvatn skilst vatn, sum verður tikið umborð úr sjónum og brúkt til at rætta upp skip í mun til kjalarhall, slagsíðu, djúpgang, stabilitet ella spenningar í skrokkinum.
Stk. 2. Við sediment skilst botnfall, sum stavar frá barlastarvatni.
Stk. 3. Við góðkenda skipan skilst í hesum kapitli ein og hvør skipan til viðgerð av barlastarvatni, sum er góðkend sambært § 11 c.
Stk. 4. Skipanir, sum eru góðkendar av einum tilnevndum myndugleika ella fyritøku í einum landi, sum hevur tikið undir við sáttmálanum um barlastarvatn, eru javnsettar við góðkendar skipanir sambært § 11 c.
§ 11 b. Loyvt er einans at tøma barlastarvatn sambært reglunum, sum eru ásettar í hesum kapitli, og reglum, sum eru ásettar við heimild í hesum kapitli. Barlastarvatn skal viðgerast í einari góðkendari og virknari skipan, sum lýkur krøvini í altjóða viðgerðarstandardum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um tøming av barlastarvatni, útskifting og viðgerð av barlastarvatni o.tíl.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at hann í ávísum førum kann veita undantak frá viðgerðarkravinum sambært stk. 2. Reglur kunnu tá ásetast um, at viðkomandi, sum hevur ábyrgd av skiparakstrinum, og sum søkir um undantaksloyvi, fyri egna rokning skal lata gera kanningar av vandum í sambandi við tøming av óviðgjørdum barlastarvatni og senda inn kanningarúrslit umframt upplýsingar um, hvussu kanningarnar eru gjørdar og av hvørjum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um góðkenning av royndarætlanum fyri nýggja barlastarvatntøkni og um, at skip, sum luttaka í slíkum royndum, ikki eru áløgd kravið um viðgerð sambært stk. 2.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um ásetan av økjum, har loyvt er at tøma óviðgjørt barlastarvatn.
§ 11 c. Landsstýrismaðurin týpugóðkennir skipanir til viðgerð av barlastarvatni í mun til evnini hjá skipanini at lúka tey viðgerðarkrøv, sum eru ásett sambært § 11 b, stk. 2, meðan landsstýrismaðurin í vinnumálum týpugóðkennir tann partin av skipanini, sum fevnir um sjóvinnu og trygd sambært lógini um trygd á sjónum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um góðkenning av ávísum skipanum til viðgerð av barlastarvatni, hvørjar upplýsingar ein umsókn um týpugóðkenning skal innihalda og um leiklutin hjá IMO í viðgerðini av umsóknini. Landsstýrismaðurin kann eisini áseta reglur um, at umsøkjarar fyri egna rokning skulu gera kanningar og lata úrslit av hesum kanningum, sum skjalprógva, at skipanin lýkur ásett viðgerðarmát. Umsøkjarin rindar tey av IMO ásettu gjøld í sambandi við viðgerð av umsóknum um týpugóðkenning.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann undir nærri treytum løggilda klassafeløg til hansara vegna at týpugóðkenna skipanir sambært stk. 1.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjald til endurrindan av útreiðslum, sum myndugleikar og klassafeløg hava til viðgerð av umsóknum um góðkenning av skipanum sambært stk. 1.
Stk. 5. Ger landsstýrismaðurin av at leggja myndugleika sín sambært hesi grein til ein annan myndugleika, kunnu avgerðir hjá myndugleikanum, sum verða tiknar sambært stk. 1 ella stk. 3 ella sambært reglum, sum eru ásettar við heimild í stk. 2 ella stk. 4, ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.
§ 11 d. Skip skulu, í tann mun tað ber til, lata vera við at taka barlastarvatn, sum inniheldur møguligar skaðiligar og sjúkuelvandi verur, eins og at taka barlastarvatn, har ógvusligur vøkstur av eitrandi æti er.”
3. Í § 16, stk. 1 verður aftaná nr. 2 sum nýtt nr. sett:
“3) barlastarvatn og botnfall úr tangum til barlastarvatn,”
Nr. 3-5 vera eftir hetta nr. 4-6.
4. Í § 16, stk. 3 verður aftaná “kemikalium” sett:“og til botnfall úr tangum til barlastarvatn”
5. Í § 38, stk. 2 verður aftaná “dálking frá skipum” sett: “, samanber tó ásetingarnar um góðkenning av skipanum til viðgerð av barlastarvatni í § 11 a, stk. 3 og 4, og § 11 c.”
6. Í § 42, stk. 2 verður aftaná “§ 7” sett: “, ólógliga tøming av barlastarvatni, ella brúk av skipan til viðgerð av barlastarvatni, sum ikki virkar, sum hon skal sambært kapitli 5 a,”
7. Í § 42, stk. 3 verður aftaná “§ 19” sett: “, ólógliga tøming av barlastarvatni, ella brúk av skipan til viðgerð av barlastarvatni, sum ikki virkar, sum hon skal sambært kapitli 5 a,”
8. Í § 44, stk. 1, nr. 1 verður aftaná “§ 8, stk. 1,” sett: “§ 11 b, stk. 1,”
9. Í § 45, stk. 1 verður aftaná “§ 11,” sett: “§ 11 b, stk. 2-5,”
§ 2
Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð, nær lógin kemur í gildi1) , tó verða krøv um viðgerð av barlastvatni ikki sett í gildi, fyrr enn sáttmálin fær altjóða gildi.
Tórshavn, 17. mai 2013
Annika Olsen (sign.)
varaløgmaður
Lm. nr. 94/2012