Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. mai 1996Nr. 64
Løgtingslóg um broytíng í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 firá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:
1) I § 9 verður stk. 2 orðað soleiðis:
»Landsstýrinum verður heimilað við kunngerð at áseta reglur um:
1) hvussu fiskiskapurin skal fara fram,
2) minstamát,
3) friðað øki og friðingartíðir, undantikið tey, ið nevnd eru í § 9a,
4) fiskireiðskap og nýtslu hansara og veiðihættir.«
2) Sum nýggj § 9 a verður sett:
»§ 9 a. Veiða við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti er ikki loyvd í teimum tilskilaðu tíðarskeiðunum og leiðunum: Alt árið innanfyri linjur drignar 12 fjórðingar frá grundlinjunum. Frá forboðnum eru tó tey fiskifør undantikin, ið hava serloyvi til troling og royndir, sum Fiskirannsóknarstovan skipar fyri.
a) í tíðarskeiðinum 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, á Føroya Banka inn-anfyri linjur, drignar millum hesi 7 støðini og í hesi raðfylgju:
1. 60°50'00"N 07°57'00"V
2. 61°03'00"N 07°57'00"V
3. 61°15'30"N 08°16'00"V
4. 61°13'20"N 08°42'12"V
5. 61°00'00"N 09°11'00"V
6. 60°48'40"N 09°25'00"V
7. 60°24'00"N 09°07'00"V
tó soleiðis, at í tíðarskeiðinum frá 1. september til 31. mai, báðir dagar íroknaðir, er loyvt at veiða innanfyri linjur drignar millum hesi støð:
1. 60°50'00"N 07°57'00"V
2. 60°57'20"N 07°57'00"V
3. 60°45'40"N 08°37'00"V
4. 60°36'30"N 08°45'00"V
5. 60°26'00"N 09°08'25"V
6. 60 24’00"N 09°07'00"V
Hetta veiðubann fevnir ikki um beinleiðis veiði eftir sild og makreli við kraftblokki.
b) Í tíðarskeiðinum frá 20. januar til 1. mars, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur, drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1. 61°10'00"N 09°35'00"V
2. 61°35'00"N 09°35'00"V
3. 61°35'00"N 09°20'00"V
4. 61°28'00"N 09°20'00"V
5. 61°10'00"N 09°28'00"V
c) Alt árið 12 fjórðingum úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1. 61°44'48"N 07°43'18"V
2. 61°32'48"N 08°20'30"V.
3. 61°49'00"N 08°41'48"V
4. 61°57'00"N 08°16'30"V.
5. 61°57'00"N 07°59'30"V.
d) Alt árið 12 fjórðingum úr grundlinjuni og innanfyri linjur, drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju:
1. 62°26'05"N 07°30'00"V
2. 62°30'00"N 07°30'00"V
3. 62°30'00"N 08°00'00"V
4. 62°35'00"N 08°00'00"V
5. 62°47’00”N 07°12'05"V
6. 62°47'00"N 06°30'00"V
7. 62°35'00"N 06°30'00"V
e) Í tíðarskeiðinum frá 1. apríl til 31. januar, báðir dagar íroknaðir, 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1. 62°25'00"N 05°52'00"V
2. 62°25'00"N 05°16'00"V
3. 62°03'00"N 05°18'00"V
4. 62°03'00"N 05°50'00"V
5. 62°00'00"N 05°50'00"V
6. 62°00'00"N 05°57'05"V
f) Alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju:
1. 61°12'00"N 06°22’00”V
2. 61°00'00"N 06°22'00"V
3. 60°56'00"N 06°09'00"V
4. 60°45'00"N 06°13'00"V
5. 60°45'00"N 06°36’00”V
6. 61°27'00"N 07°30'00"V
7. 61°32'30"N 07°27'00"V
g) Alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju:
1. 61°37'00"N 07°33'00"V
2. 61°30'00"N 07°45'00"V
3. 61°26'00"N 07°45'00"V
4. 61°26'48"N 07°49'12"V
5. 61°27'18"N 08°04'00"V
6. 61°29'00"N 08°10'00"V
7. 61°30'30"N 08°13'00"V
8. 61°34'30"N 08°15'00"V
9. 61°36'00"N 08°10'00"V
10. 61o31'30"N 07°56'00"V
11. 61°41'00"N 07°38'30"V
h) í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31.desember, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 19 fjórðingar frá grundlinjuni millum breiddarstigið 61°57'00"N og 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08'48"N 07°26'00-"V).
i) í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar froknaðir, millum 12 og 19 fjórðingar frá grundlinjunum millum 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08'48"N 07°26'00"V) og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1. 62°30'00"N 07°45'00"V
2. 62°30’00”N 07°30'00"V
3. 62°26'05"N 07°30'00"V
fyri fiskifør við maskinorku uppá 500 HK ella yvir, tó so at hestamegin fyri hvørt nýtt trol ikki fer upp um 500 HK.
j) Í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 16 fjórðingar frá grundlinjunum og millum longdarstigið 06°30'00"V og breiddarstigið 62°25'00"N fyri fiskifør við maskinorku uppá 500 HK ella yvir, tó so at hestamegin fyri hvørt nýtt trol ikki fer upp um 500 HK.
k) I tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, inn-anfyri linjur, drignar millum hesi støðini og í hesi raðfylgju:
1. 60°34'00"N 06°04'00"V
2. 60 51'00"N 06°04'00"V
3. 60°51'00"N 05°56'00"V
4. 60°54'00"N 05°56'00"V
í tíðarskeiðinum frá 1. januar tíl 31. desember, báðir dagar íroknaðir, innanfyri linjur, drignar millum hesi støðini og f hesi raðfylgju:
1. 60°26'00"N 06°32'00"V
2. 60°35'00"N 06°35'00"V
3. 60°35'00"N 06°09'00"V
4. 60°26'00"N 06°10'00"V«
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 20. mai 1996
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Ivan Johannesen (sign.)